Menninir hjá Fleyr fegnaðust aftaná sigurin á Fram í Gundadalshøllini hóskvøldið. Ikki bert tí tað altíð hevur týdning at vinna »slagið um Havnina«, men eisini tí tað ráddi um at halda fast í FM-møguleikanum, sum tó framvegis er tunnur.
Fleyr vann dystin 3-1 (16-14, 12-15, 15-12, 15-5), og tað var uppiborið. Men Fram hevði góð kort á hondini í fyrsta setti, sum teir førdu 14-7. Men so fór at ganga illa hjá teimum ? kanska eisini tí teir høvdu kannað sær bitan, áðrenn hann var svølgdur. Fram-spælararnir fóru at gera feilir, ov nógvir bóltar vórðu slignir av vøllinum, og Fleyr kom við aftur og vann at enda settið 16-14.
Fram-liðið var annars væl mannað til dystin. Rúni Weihe og Jens Heri Mortensen eru komnir heimaftur, og Sigmund av Teigum var við aftur eftir skaða. Tað gevur Fram fleiri streingir at spæla uppá ? álopið verður meira fjølbroytt og tí eisini sterkari. Rúni verður við restina av kappingarárinum, og Jens Heri verður í øllum førum fram til teir báðar seinastu dystirnar. Men Fleyr fann so líðandi veikleikarnar á Fram-liðnum, og tann størsti av hesum hóskvøldið var blokkurin, og servimóttøkurnar sviku eisini. Miðjan kom ikki við, og tí varð ov nógv trýst lagt á kantspælararnar.
Tað dugdi Fleyr at gera sær dælt av, og tá teir eisini sjálvir spældu væl og støðugt, kundi tað ikki ganga øðrvísi, tá avtornaði.
Eftir at Fram hevði søplað fyrsta settið burtur, vunnu teir tað næsta 15-12. Her var Fram við yvirlutan allatíðina, men móti endanum av settinum fóru servimóttøkurnar at svíkja. Men tað eydnaðist so kortini Fram at hála settið í land.
Hesi bæði fyrstu settini vóru hørð og vardu meir enn ein tíma tilsamans.
Triðja sett var eisini javnt, men nú var tað Fleyr, sum hevði yvirvágina. Teir gjørdu nakrar broytingar á liðnum. Millum annað kom Jóannes Eidesgaard inn á miðjuna at spæla, og Fleyr kom gott í gongd í settinum. Verjuspælið koyrdi væl, og teir fingu nógv »uppaftur av gólvinum«, sum tikið verður til. Teir førdu bæði 5-0 og 9-2, men Fram kom við aftur og legði trýst á. Men móttøkurnar vóru ikki nóg góðar, og í løtum hevði Fleyr eisini marginalarnar við sær. Fleyr hevði settbólt, tá Sveinur Tróndarson smashaði. Sigmund av Teigum fór upp at blokka, men bólturin rakti aftur á høvdið hjá Sveini og datt niður aftur hinumegin netið, og so hevði Fleyr vunnið settið!
Eisini í fjórða settinum kom Fleyr væl frá byrjanini, og teir hildu fast allan vegin og vunnu at enda so greitt sum 15-5.
Sigmund av Teigum hjá Fram sigur, at tað nú eftir tapið hóskvøldið fyrst og fremst má vera landsliðið, sum skal motivera liðið, tað sum er eftir av kappingini.
? Oyggjaleikir verða í summar, og vit hava fleiri landsliðsspælarar á Fram-liðnum. Sjálvur satsi eg uppá at sleppa við til Gotlands, og vónandi fáa vit eisini eitt betri úrslit enn seinast, sigur hann.
Á seinastu oyggjaleikunum á Jersey í 1997 endaði føroyska manslandsliðið fyri fyrstu ferð nakrantíð uttanfyri heiðursmerkjaplássini.
Klæmint Isaksen, venjari hjá Fleyr, sigur, at sigurin í gjár hevði stóran týdning fyri Fleyr-liðið, ikki minst sálarliga.
? Vit hava spælt tveir tættar dystir móti ÍF, men tapt báðar. Men FM-møguleikin er framvegis har, og so mugu vit vóna, at Fram og Mjølnir kunnu gera nakað við ÍF, sigur Fleyr-venjarin.