kundu hava kjarnorkubumbur og aðra hernaðarliga útgerð eftir egnum huga. Hugsið tykkum hvussu nógvar pengar Danmark hevur kunna spart omaná, um hetta eisini hevði givið loyvi til, at amerikanararnir kundu [...] hevði brúkt somu útreiðslur til herin sum NATO-limaskapurin bjóðar, skuldi Danmark brúkt nógv fleiri pengar. Vinningurin hjá Danmark við at ikki at fyljga hollendska døminum sæst av talvunnar síðstu kolonnu [...] tølini eru fyri seinastu 14 árini. Um vit høvdu tikið tølini fyri øll árini, USA hevur havt herstøðir í Føroyum og Grønlandi, vildi fyrimunurin hjá Danmark verið nógv størri. Tá Danmark ger roknskapin upp
eigarar Nevndin í Statoil hevur hevur ikki vilja sagt nakað nágreiniligt um hvat sum stendur í álitinum, men okkurt er komið út. Nevndin er samd um at Statoil eigur at fáa privatar pengar inn sum eigarar [...] SDØE-skipanin broytast. Nevndin í Statoil vísir í álitinum á fleiri møguleikar fyri at loysa SDØE-knútin. Sambært norska blaðnum Dagens Næringsliv eru minst seks møguleikar nevndir í álitinum. Hesir eru 1) at [...] økonomiske engasjement? (SDØE). Tá Hydro og Statoil í juni samdust um at slakta Saga Petroleum var ein orsøk at bæði oljufeløgini ynsktu at tryggja sína støðu í samband við at myndugleikarnir nú arbeiða við
sindur torført at siga í løtuni, men tað er hugsandi. Tað verður ikki gjørt í einum, tað sigur seg sjálvt. Vit mugu gera tað yvir eitt tíðarskeið. Rentustuðulin er minkaður úr 48 niður í 40 prosent, tí er hugsandi [...] skipanin fer í søguna, øll sum hon er. ? Eg haldi at vit eiga at seta spurnartekin við hvør tað er sum fær gagn av skipanini, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður. Sum skipanin virkar í løtuni, so rokna [...] millión, so verður rentan av hesum lánum um 70 túsund krónur. Í løtuni er rentustuðulin 28 túsund krónur og hann fellur tá burtur. Tað merkir í stuttum, at fellur skatturin ikki samsvarandi, so er burturfallið
at tú fert at krevja broytingar í umsitingini í SvF? ? Tað er væl møguligt. Slíkt má ikki henda aftur í framtíðini. Tað er sera óheppið, at ein almennur stovnur kemur í eina slíka støðu, sum vísir, at [...] skuldi hann koma í september. Men so var hann brádliga har, og tað vísir, at eftirlitið í SvF er ikki nóg gott, sigur Signar á Brúnni. Hann greiðir frá, at umframt møguligar broytingar í umsitingini hjá [...] tær1,6 mió, sum restðu í fyri at sjónvarpshjólið skuldi mala tað sum eftir er av árinum. Men hvaðani hesum peningur kom, er ongantíð rættiliga staðfest. Ein av trupulleikunum í sambandi við SvF er tann
føroyingum og í Føroyum. ? Í 1973 var eg á U-18 landsliðnum, sum vann 2-1 í Gundadali, og árið eftir var eg á sama liðnum, sum vann 5-1 í Akranesi. Á páskum í 1982 vóru vit í Akranesi á venjingarlegu í Klaksvík [...] sær í øðrum londum, umframt at eg síggi nógvar dystir í íslendsku kappingini, sigur íslendski landsliðsvenjarin, sum í síni tíð spældi fimtan ár á besta liðnum í ÍA, Akranesi. Hann var vongverji í høgru [...] Í fjør var hann 23 ferðir á kunningarferð í Europa. Ferðirnar vóru upp í tvær vikur langar, og tað vil siga, at íslendski landsliðsvenjarin, Guðjón Þórðarson var ein stóran part av árinum burtur úr he
brúka fleiri pengar í Tórsvølli, so skal ein aðalfundur ella eykaaðalfundur, har føroysku feløgini atkvøða, geva loyvi til tað. Í løtuni hevur nevndini í FSF loyvi at brúka upp til 2,5 mió. kr. í Tórsvølli [...] nýggju rúmini við Tórsvøll verða tikin í nýtslu, sigur hann. Í gjár var landsdystur millum Føroyar og Ísland á Tórsvølli, og seinni í ár skulu tveir heimadystir í EM-undankappingini spælast har, men sambært [...] ítróttarhøllina á Nabb í brúk. ? Bygningurin, sum FSF skal byggja við vøllin, var ikki við í upprunaligu ætlanini, og hann kom bara við, tí FSF vildi hava hann við. Tí eri eg vísur í, at sjálvt um bygningurin
varð tikin í nýtslu 9. juli í ár, hevur vøllurin á Svangaskarði verið minni nýttur, tí havnafeløgini og landsliðið hava valt at brúka vøllin í Havn. GÍ og KÍ spældu sínar Europa-Cup dystir í ár á Svangaskarði [...] við árslok í ár. Men hóast ein grasvøllur er komin afturat, og landsdystirnir nú skulu spælast á Tórsvølli, skulu tey, sum varða av vøllinum á Svangaskarði, ikki óttast. Sambært formanninum í FSF, Torleif [...] alt, sum er í okkara makt, fyri at vøllurin á Svangaskarði skal kunna virka, sigur Torleif Sigurðsson. Hann hevur fleiri ferðir víst á týdningin av, at tveir grasvøllir til altjóða dystir eru í Føroyum, tí
á sethúsum. Tað eru vit í løtuni. Og av tí sama, so endar peningurin í skeivum lummum, sigur Karsten Hansen. Men eg havi ikki tosað um at rentustuðulsskipanin skuldi avtakast í einum, leggur hann afturat [...] Karsten Hansen. Hann vísir á, at nógv ferð er á búskapinum í løtuni, og tað skal ikki so nógv til, at ferðin gerst í meira lagi, um fólk fáa fleiri pengar til nýtslu. Tað hugsa teir eftir øllum at døma ikki [...] heldur nevniliga, at sum rentustuðulsskipanin virkar í løtuni, so dýrkar hon óneyðugt um húsini, og kemur seljaranum til gagns, heldur enn keyparanum. Í fyrrakvøldið segði formaður Fólkafloksins við Útvarpið
Paoli fór í part við eingilsmonnunum ímóti Napoleon og doyði í útlegd í Onglandi í 1807. Men enn stendur hann á torgunum í næstan hvørjum býi á Korsika. U babbu di a patria stendur høgt í steinarnar í fjallabýunum [...] pening til teldur í øllum korsikanska skúlaverkinum frá fyrsta flokki í barnaskúlanum, hon fer at menna kunningartøknina í samfelagnum, og hon fer í samstarvi við hægri háskúlarnar í Genova og Pisa at [...] ið hevur fremstafingur upp í loft. Eystanfyri er beint allan vegin oman í suðurendan, vestanfyri eru víkirnar og innvikini inn í allar knúgvarnar. Oyggin tykist at peika upp í italsku víkina við Genova
tí FM-liðið, sum gjørdist meistari í fjør byggir á tað ungdómsarbeiðið, sum byrjaði í 1986-87, sigur Henry. Og hann ivast ikki í, at StÍF fer at halda seg í toppinum í nógv ár enn. - Vit eiga eina rúgvu [...] gjørdi ikki mætari enn at eg fór í song og eg svav í 15 tímar út í eitt, sigur hann og situr í skellilátri. Men hann kennir orsøkina til tað. Hann livir við lív og sál við í dystinum, at hann brúkar líka [...] Henry er tað, sum í útlondum verður kallað ein inkarneraður StÍF-ari. Hann hevur nú í nógv ár liva og andað fyri StÍF, bátin og familjuna í á leið hasi raðfylgjuni. Hann hevur verið formaður í fleiri harrans