Rentufrádrátturin á veg í søguna

Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, setur spurnartekin við hvussu rætt tað er at landskassin letur stuðul í sambandi við keyp og sølu av sethúsum. Samstundis setur hann spurnartekin við hvør tað er, sum fær gagn av peninginum

Nú Ráðgevandi nevndin hevur verið í Føroyum og kannað føroyska búskapin, so hevur hon fest seg við nøkur viðurskifti. Eitt øki, sum nevndin peikar á er rentustuðulsskipanin, ella sum tað varð kallað fyrr - rentufrádrátturin.

Ráðgevandi nevndin hevur gjørt landsstýrismannin varugan við, at tað er teirra meting at henda skipanin ikki er sunn fyri føroyska samfelagið.

Og sambært landsstýrismanninum við fíggjarmálum, so eru broytingar á veg við hesi skipan. So stórar broytingar, at vit kunnu vænta, at skipanin fer í søguna, øll sum hon er.

? Eg haldi at vit eiga at seta spurnartekin við hvør tað er sum fær gagn av skipanini, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.

Sum skipanin virkar í løtuni, so rokna fólk við hesum tá tey fara út at keypa hús, og av tí sama gerast húsini í nakað væl dýrari, vísir Karsten Hansen á.

? Tí kunnu vit siga, at tað er seljarin og ikki keyparin, sum upprunaliga ætlað, sum fær gang av rentustudninginum, sigur Karsten Hansen


Óvist hvussu broytingarnar vera framdar

? Vit hava eitt uppskot til broytingar í rentustudningsskipanini liggjandi, men tað er ikki politiskt viðgjørt, og tí ber ikki til at siga nakað um hvussu farið verður fram, sigur Karsten Hansen.

Men er endamálið at taka skipanina av?

? Tað er eitt sindur torført at siga í løtuni, men tað er hugsandi. Tað verður ikki gjørt í einum, tað sigur seg sjálvt. Vit mugu gera tað yvir eitt tíðarskeið. Rentustuðulin er minkaður úr 48 niður í 40 prosent, tí er hugsandi, at tað verður gjørt á sama hátt, ella líknandi, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.


Nógvir pengar

upp á spæl

Hóast vit enn einki vita um hvussu møguligu broytingarnar koma at síggja út, so er greitt, at broytingarnar uttan iva koma at hava stóra ávirkan á húsarhaldsbúskapin.

Um vit siga, at lánið er upp á góða millión, so verður rentan av hesum lánum um 70 túsund krónur. Í løtuni er rentustuðulin 28 túsund krónur og hann fellur tá burtur.

Tað merkir í stuttum, at fellur skatturin ikki samsvarandi, so er burturfallið av rentufrádráttinum at sammeta við eina skattahækking, sum ikki er so lítil, hóast hon verður gjørd yvir eitt tíðarskeið.

Og hevur Ráðgevandi nevndin búskapin í huganum, so er eingin ivi um, at ein slík útreiðsluøking hjá húsarhaldunum eisini merkist í samfelagsbúskapinum.