VIDEO: Soleiðis reyk Fredericia úr steypakappingini

(Video) Her er er ein samandráttur frá dystinum Fredericia-Viborg 4-6 (2-2 - 1-1)

Mikukvøldið spældu landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia áttandapartsfinalu í donsku steypakappingini.

 

Viborg var á vitjan á Monjasa leikvøllinum í Fredericia, og eydnaðist tað viborgensarunum at vinna dystin 6-4 aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.

 

Mattias bjargaði einum brotssparki, men tveir liðfelagar hjá honum, William Madsen og Adam Nygaard brendu, og reyk Fredericia sostatt úr steypakappingini. Bert tveir av fýra leikarum hjá Fredericia megnaðu at skora í brotssparkskappingini 

 

Mattias hevði 10 bjargingar í vanligu og í longdu leiktíðini, og hann fekk klárt besta karakterin frá Soccerstand/Flashscore. Mattias fekk 8,7 (av 10).

 

HER  ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá áttandapartsfinaluni í Fredericia.