Norðan fyri lóg og rætt

Í sambandi við seinastu avdúkingarnar um, at Kampmann, forsætisráðharri eisini leyg fyri føroyska fólkinum um, hvat amerikanararnir kundu brúka herstøðina í Føroyum til, vil eg við hesum vísa á tað, sum eg longu í 1995 kom fram við, og sum eingin tá gav gætur.

Hjástandandi talvan vísir faktisku hernaðarligu útreiðslurnar hjá Danmark árini 1978-1992 borið saman við støddina, um BTÚ-parturin hevði verið tann sami, sum hjá Hollandi. Við at bera saman hesi tøl við danska stuðulin til Føroyar og Grønland sæst týðuliga, hvønn milliarda handil, Danmark hevur fingið burtur úr ríkisfelagsskapinum við Føroyar og Grønland. Danmark hevur tjent stúrtandi við at lýgva fyri føroyska og grønlendska fólkinum um, at amerikanarar kundu hava kjarnorkubumbur og aðra hernaðarliga útgerð eftir egnum huga. Hugsið tykkum hvussu nógvar pengar Danmark hevur kunna spart omaná, um hetta eisini hevði givið loyvi til, at amerikanararnir kundu brúka Århus og Keypmannahavn sum kjarnorkuvápnastøðir? Men tað hevði fólkinum helst ikki dámt?

At eg havi valt at bera saman við Holland er tí, at landsins geografiska stødd og avmarking er samanberilig við Danmark. Um Danmark hevði brúkt somu útreiðslur til herin sum NATO-limaskapurin bjóðar, skuldi Danmark brúkt nógv fleiri pengar. Vinningurin hjá Danmark við at ikki at fyljga hollendska døminum sæst av talvunnar síðstu kolonnu. 39,2 mia kr hevur Danmark spart, eftir at vit hava trekt sokallaða gávumilda blokkstuðulin til Føroyar og Grønland frá.

Um samanberingin hevði verið millum Damark og Noreg hevði hetta tal verið 53,9 mia kr eftir frádrátt av stuðli Danmarkar til Føroyar og Grønland. Hertil skal viðmerkjast, at tølini eru fyri seinastu 14 árini. Um vit høvdu tikið tølini fyri øll árini, USA hevur havt herstøðir í Føroyum og Grønlandi, vildi fyrimunurin hjá Danmark verið nógv størri.

Tá Danmark ger roknskapin upp við Føroyar, verður bert hugt eftir útreiðslunum hjá statinum, meðan sæð verður burtur frá vinninginum við, at Føroyar hevur latið øki til onnur uttan at føroyska fólkið hevur verið vitandi um hetta. Man átti sum dani at skamma seg, tá tosað verður um, hvør útreiðsa blokkstuðulin er. Vit eru nakrir føroyingar, sum fegnir bæði vildu av við stuðul, herstøðir og danskt yvirformyndarí.


Karl Nolsø

cand. polit