Jógvan Hugo
Gardar, Oslo
Um fjúrtan dagar skal Norsk Hydro koma við sínum uppskoti. Hesi bæði álitini leggja grundarlagið fyri eini kapping um, hvør sum í framtíðini skal umsita tær risastóru oljugoymslurnar á havsins botni, sum norski staturin eigur. Serfrøðingar meta, at her liggja virðir fyri minst 500 milliardir krónur, kanska heilt uppí 700 milliardir krónur.
Tað er ikki lætt at seta eitt krónutal á virðini, sum norski staturin eigur gjøgnum ?Statens direkte økonomiske engasjement? (SDØE).
Tá Hydro og Statoil í juni samdust um at slakta Saga Petroleum var ein orsøk at bæði oljufeløgini ynsktu at tryggja sína støðu í samband við at myndugleikarnir nú arbeiða við at broyta oljuvinnuskipanina. Tað er lætt at ímynda sær, at tað kann gerast eitt harðligt stríð millum tað hálvstatliga Norsk Hydro og statsoljufelagið Statoil. Bæði feløgini ynskja sær tey bestu pettini, tá rovini skulu býtast.
Norska oljumálaráðið skal leggja fram eitt uppskot um framtíðar oljuvinnuna í februar 2000. Um ikki Hydro og Statoil semjast um eitt felags uppskot, so enda hesi feløgini í einum lobbykríggið, har tey vilja royna at lokka politikararnar til at velja síni uppskot. Um so hendir, so er hetta einki annað enn tað vanliga. Norsk oljusøga hevur nógv dømir har Hydro og Statoil hava verið ósamd.
Privatar eigarar
Nevndin í Statoil hevur hevur ikki vilja sagt nakað nágreiniligt um hvat sum stendur í álitinum, men okkurt er komið út. Nevndin er samd um at Statoil eigur at fáa privatar pengar inn sum eigarar. Her er talan um ein partvísa privatisering, og nevnt hevur verið at privatpersónar ellar fyritøkur skulu kunna eiga upp til 49 prosent av partabrøvunum. Norsk Hydro er í dag skipað við 49 prosent privatum íløgum og 51 prosent statligum.
Um so er at Statoil broytir sínar lógir, so fær hetta eisini ávirkan á SDØE, tí tað er Statoil sum í dag umsitir hetta. Sum er hava norskir myndugleikar ikki møguleika at lata privatar fyritøkur fáa hendan møguleikan. Tískil má SDØE-skipanin broytast.
Nevndin í Statoil vísir í álitinum á fleiri møguleikar fyri at loysa SDØE-knútin. Sambært norska blaðnum Dagens Næringsliv eru minst seks møguleikar nevndir í álitinum. Hesir eru 1) at Statoil keypir SDØE ella fær hesar ognirnar sum partabrøv; 2) SDØE verður skift millum Norsk Hydro og Statoil á besat hátt; 3) hægsta boð fær møguleika at halda eyguni við SDØE í framtíðini. Hetta er ein neyvan tann møguleikin sum verður valdur, tí norskir myndugleikar kunnu ikki bjóða út SDØE uttan at útlendsk feløg kunnu leggja inn tilboð. Hetta er orsakað av EBS-avtaluni; 4) Partar av SDØE, ella møguliga alt verður lagt út til sølu har tann sum hevur hægsta boð sleppur at keypa; 5) SDØE heldur fram sum eitt umsitingarfelag ella sum ein oljugrunnur; 6) SDØE er bert ein sovandi partur í teimum ymsu oljuloyvinum á norska landgrunninum.
Stórtingið
seinasta orð
Tað verða stórtingspolitikkararnir sum í seinasta enda skulu avgera um Statoil gerst partvíst privat, og um so verður hvat gerast skal við SDØE. Pengarnir sum koma ígjøgnum SDØE er størsta inntøkukeldan til norska oljugrunnin.