Í fjør var hann 23 ferðir á kunningarferð í Europa. Ferðirnar vóru upp í tvær vikur langar, og tað vil siga, at íslendski landsliðsvenjarin, Guðjón Þórðarson var ein stóran part av árinum burtur úr heimlandinum:
? Íslendingar spæla fótbólt kring alt Europa, og eg haldi, at tað er neyðugt, at eg sjálvur síggi teir spæla fyri á tann hátt at meta um, hvussu væl teir eru fyri og annars tosa við teir. Hetta hevur nógva ferðing við sær í øðrum londum, umframt at eg síggi nógvar dystir í íslendsku kappingini, sigur íslendski landsliðsvenjarin, sum í síni tíð spældi fimtan ár á besta liðnum í ÍA, Akranesi. Hann var vongverji í høgru, og hann er skrásettur fyri ein landsdyst. Tað var í Akranesi 12. juli í 1985, og ta ferðina vunnu íslendingar 1-0 ? mótstøðuliðið var Føroyar.
Og íslendski landsliðsvenjarin minnist fleiri aðrar ferðir, tá hann hevur dystast móti føroyingum og í Føroyum.
? Í 1973 var eg á U-18 landsliðnum, sum vann 2-1 í Gundadali, og árið eftir var eg á sama liðnum, sum vann 5-1 í Akranesi. Á páskum í 1982 vóru vit í Akranesi á venjingarlegu í Klaksvík, og tá spældu vit nakrar dystir.
Íslendski venjarin hevur eisini spælt móti Allani Simonsen.
? Tað var í Europa Cup í 1979. Vit spældu móti Barcelona, sum vann 1-0 á Laugardaglsvøllinum í Reykjavík. Á Nou Camp var spenningurin ikki so stórur, tí har vunnu Allan Simonsen og teir 5-0.
Guðjón Þórðarson sigur seg fylgja væl við føroyska landsliðnum, hann veit væl um Óla Johannesen, Toda Jónsson, Julian Johnsson og Jákup Mikkelsen, og sjálvandi er hann væl kunnaður um føroysku spælararnar í íslendskum fótbólti:
? Allan Mørkøre í ÍBV og Uni Arge í Leiftri eru góðir útispælarar, og Jens Martin Knudsen er ein fínur málverji, sum eg haldi hevur gjørt stór framstig, meðan hann hevur spælt í Landssimadeildini.
Meiri álopskendir
móti Andorra
Íslendingar eru við tí liðnum í Føroyum, sum teir í komandi mánaði ætla at vinna heimadystirnar móti Andorra og Ukreina við:
? Tveir spælarar vóru skaddir longu tá eg tók liðið út. Teir eru Eyðólfur Sverrisson úr Hertha Berlin og Árnar Gunnlaugsson úr Leicester City. Eg harmist um, at teir ikki eru við, og tíverri noyddist liðformaðurin, Sigurður Jónsson úr Dundee United, at geva avboð beint áðrenn vit fóru til Føroya. Nýggjur maður í hópinum er Sigurstein Gislason úr KR.
Ætlar tú at spæla móti føroyingum á sama hátt, sum tú ætlar at spæla í EM undankappingardystunum á heimavølli?
? Fyrsti dysturin er móti Andorra. Eg rokni Føroyar at vera væl betri lið enn Andorra, og tí fara vit ikki at spæla so álopskent móti Føroyum í kvøld, sum vit fara at spæla móti Andorra. Føroyar hava tikið seg nógv fram seinnu árini, og tá vit spældu móti teimum í 1997, høvdu vit stórar trupulleikar at vinna.
? Um spælararnir roynast væl í Føroyum, so verða teir úttiknir aftur móti Andorra og Ukreina. Eg veit, hvat spælararnir, sum eru í hópinum og teir, sum ikki eru í hópinum, standa fyri, og tá tað hevur gingið so væl, sum tað hevur gjørt nú í langa tíð, so er tað sjálvandi torført hjá øðrum spælarum at sleppa framat.
Einfalda skipan
Men er tað ikki torført at samanspæla eitt lið av spælarum, ið koma úr so ymiskum landskappingum?
? Tað er mín uppgáva og ábyrgd at fáa hetta at ganga upp. Vit hava ikki møguleikar at venja saman ? ferðin í Føroyum er einasta fyrireikingin, áðrenn vit skulu spæla í EM undankappingini ? og tí er tað sera týdningarmikið at velja spælarar, sum hóska væl saman. Tú kanst kalla spæliháttin hjá okkum 4-3-3, 5-3-2, 3-5-2, 3-4-3 ella okkurt annað. Vit eru liðiligir í so máta, og vit royna at halda tað á einum sera einfaldum støði. Tað ræður stutt sagt um at vinna nærdystirnar og at vera skynsamur og sannførdur, tá vit hava tak á bóltinum. Hetta hevur givið góð úrslit, og tað vóna vit, at tað framvegis fer at gera. Vit taka uppgávurnar í stórum álvara. Tað gera vit eisini í kvøld, og eg krevji avgjørt av mínum monnum, at teir gera sítt ítarsta. Eg meti avgjørt ikki dystin at vera summarfótbólt. Spælararnir skulu vísa rættan hugburð og stríðast fyri søkini. Gera teir ikki tað, so standa fleiri aðrir klárir, sum vilja taka uppgávuna á seg, staðfestir íslendski landsliðsvenjarin.










