UEFA hevur framvegis eyguni við Tórsvølli

Fótbóltur: Høvdu ætlanir ikki verið um at gera bygningin við vøllin, hevði Tórsvøllur ikki verið góðkendur til altjóða dystir, sigur René Eberle, leiðari av stadiondeildini hjá UEFA. Formaðurin í Grunninum Tórsvøllur hevur eina heilt aðra uppfatan av málinum

? Tórsvøllur er nóg góður fyribils, men vit kenna ætlaninar og vita, at meira skal gerast við vøllin. Tí sleppa føroyingar at nýta hann til altjóða dystir.

Tað sigur René Eberle, sum er leiðari av stadiondeildini hjá europeisku fótbóltssamgonguni, UEFA.

Hann hevur sjálvur verið í Føroyum og hugt eftir umstøðunum á Tórsvølli, og tað var hesin maðurin, sum gav loyvi til, at altjóða dystir sleppa at verða á Tórsvølli. Tað fyriliggur ikki nøkur skrivlig góðkenning, men hetta er heilt vanligt. Góðkenningin liggur í, at UEFA gevur loyvi til, at tað verður spælt á vøllinum.

Í síðstu viku viðgjørdi Ítróttar-Sosialurin týdningin, sum bygningurin við Tórsvøll hevur fyri altjóða góðkenningina av vøllinum, og tað var formaðurin í Grunninum Tórsvøllur, Poul Michelsen, rættiliga fortørnaður inn á.

Hann kom við eini viðmerking í blaðnum, har hann segði, at Tórsvøllur hevur fingið endaliga góðkenning frá UEFA., og hann legði Sosialin undir at at undirgrava Tórsvøll við týðandi ósannindum.


Vænta bygningin

kláran næsta ár

Men á høvuðssætinum hjá UEFA heldur René Eberle fast um tað, sum hann hevur sagt við Ítróttar-Sosialin.

? Tórsvøllur er ikki liðugur enn, og sjálvt um eg ikki skal gera tað, so havi eg latið eyguni aftur fyri ymsum, sum eg ikki hevði gjørt í størri londum. Tí sleppur Tórsvøllur at hýsa altjóða dystum, men vit vænta, at bygningurin, har skiftirúmini og onnur rúm skulu verða, verður liðugur næsta ár, sigur hann.

? Høvdu ætlanir ikki verið um at gera bygningin við vøllin, hevði Tórsvøllur ikki verið góðkendur til altjóða dystir, slær hann fast.

Hetta er væl í tráð við tað, sum UEFA kravdi, tá grasvøllurin á Svangaskarði varð gjørdur fyri sjey árum síðani. Í upprunaligu ætlanini hjá toftamonnum var ætlanin at brúka gamla B68 húsið, men tað gekk UEFA ikki við til. Teir kravdu, at eitt hús varð bygt tætt við vøllin, og hetta gjørdi, at verkætlanin gjørdist nógv dýrari, enn tað hevði verið roknað við.

René Eberle heldur tað verða undrunarvert, at føroyingar skulu klára at byggja eitt stadion afturat, og tað er hendan virðingin fyri føroyingum, sum er orsøkin til, at hann hevur givið Tórsvølli longri snór, enn hann skuldi.

Formaðurin í Grunninum Tórsvøllur sigur seg hava fingið heilt aðrar upplýsingar frá UEFA.

? Eg havi fleiri ferðir tosað við Ernie Walker, sum er formaður í Teknisku nevndini hjá UEFA, og sambært honum kann einki forða okkum í at spæla altjóða dystir á Tórsvølli í framtíðini, heldur ikki um bygningurin hjá FSF ikki verður bygdur, sigur Poul Michelsen við Ítróttar-Sosialin.


Feløgini skulu geva loyvi

Bygningurin við Tórsvøll, sum málið snýr seg um, skal hýsa skiftirúmum, vátrúmum, dopingrúmi, læknarúmi og rúmum til fjølmiðlarnar, og sambært okkara upplýsingum hevur hesin bygningur avgerandi týdning fyri, um føroyingar í framtíðini eisini skulu sleppa at spæla altjóða dystir á Tórsvølli.

Veggirnir til bygningin eru settir upp, men arbeiðið liggur stilt í løtuni, og ikki er greitt, nær bygningurin verður liðugur. Sambært ætlanini fyri Tórsvøll skal Fótbóltssambandið byggja bygningin, men har er endaliga avgerð ikki tikin um, hvussu FSF skal verða við.

Formaðurin í FSF, Torleif Sigurðsson segði í síðstu viku við Ítróttar-Sosialin, at tað verður føroyskur fótbóltur, sum kemur at gjalda fyri Tórsvøll, hvussu tað so enn víkir og vendir, og tí heldur hann at besta loysnin hevði verið, um FSF yvirtók alla verkætlanina.

Um Fótbóltssambandið skal brúka fleiri pengar í Tórsvølli, so skal ein aðalfundur ella eykaaðalfundur, har føroysku feløgini atkvøða, geva loyvi til tað. Í løtuni hevur nevndini í FSF loyvi at brúka upp til 2,5 mió. kr. í Tórsvølli, og teir pengarnir eru nýttir.


Vit hava fylgt

øllum krøvum

Poul Michelsen tvíheldur um, at Tórsvøllur hevur fylgt øllum krøvunum frá UEFA, og hann hevur eisini eina heilt aðra søgu um Tórsvøll, enn leiðarin av stadiondeildini hjá UEFA hevur.

? UEFA hevur sett okkum nøkur krøv, sum vit hava fylgt. Síðani hava teir nøkur ynski um til dømis skiftirúm og annað, men tey ynskini kunnu ikki forða okkum í at spæla altjóða dystir á Tórsvølli, sigur hann.

? Tað hevur ongan týdning, hvar spælararnir skifta, men teir skulu koma trygt til og frá vøllin. Og um UEFA krevur fleiri høli, kunnu vit taka svimjihøllina og ítróttarhøllina á Nabb í brúk.

? Bygningurin, sum FSF skal byggja við vøllin, var ikki við í upprunaligu ætlanini, og hann kom bara við, tí FSF vildi hava hann við. Tí eri eg vísur í, at sjálvt um bygningurin ikki verður bygdur, kann Tórsvøllur eisini í framtíðini brúkast til altjóða dystir.


Skiftirúmini ov lítil

Í løtuni verða skiftirúmini í húsunum hjá B36 og HB, sum eisini liggja nærindis vøllin, nýtt, men tey skiftirúmini eru nógv minni enn tað, sum UEFA vil hava tey at verða.

Tá René Eberle var í Føroyum og hugdi eftir umstøðunum hjá Tórsvølli, stóð hann inni í einum av skiftirúmunum í B36-húsunum og bað um at sleppa at síggja skiftirúmini.

? Skiftirúmini, sum nú verða brúkt á Tórsvølli, eru alt ov lítil, men tey duga til tey nýggju rúmini við Tórsvøll verða tikin í nýtslu, sigur hann.

Í gjár var landsdystur millum Føroyar og Ísland á Tórsvølli, og seinni í ár skulu tveir heimadystir í EM-undankappingini spælast har, men sambært René Eberle er tað bara gjørligt, tí Tórsvøllur hevur ætlanir um at betra umstøðurnar við vøllin, og so gongur tað við núverandi umstøðum.

Poul Michelsen heldur fast um, at Tórsvøllur hevur fingið endaliga góðkenning frá UEFA, og at einki fer at forða fyri, at vøllurin eisini í framtíðini fer at hýsa altjóða dystum.



- - - - - -


Bygningurin við Tórsvøll


Ætlanin er, at Fótbóltssamband Føroya skal byggja bygningin við Tórsvøll, sum skal hýsa skiftrúmum, vátrúmum, dopginrúmi, læknarúmi, trygdarrúmi og hølum til fjølmiðlarnar.


Bygningurin kostar 9 milliónir krónur. Ætlanin er, at tað almenna skal veita 30% í studningi, meðan FSF skal fíggja restina.


FSF hevur fingið loyvi frá aðalfundinum til at brúka upp til 2,5 mió. kr. til Tórsvøll, og teir pengarnir eru brúktir. Um FSF skal byggja bygningin ? og harvið brúka fleiri pengar til Tórsvøll ? skal ein aðalfundur ella eykaaðalfundur geva loyvi til tað.


Tað eru tey føroysku fótbóltsfeløgini, sum atkvøða á hesum aðalfundi, og tey skulu sostatt góðkenna møguligar ætlanir hjá nevndini í FSF, um at fara longur inn í Tórsvallar-verkætlanina.