Avtalan millum Fótbóltssambandið og Tofta Ítróttarfelag, sum eigur grasvøllin á Svangaskarði, gongur út við árslok í ár.
Men hóast ein grasvøllur er komin afturat, og landsdystirnir nú skulu spælast á Tórsvølli, skulu tey, sum varða av vøllinum á Svangaskarði, ikki óttast.
Sambært formanninum í FSF, Torleif Sigurðsson, ætlar FSF sær at gera ein nýggja avtalu við Tofta Ítróttarfelag.
? Vit ætla framhaldandi at gera alt, sum er í okkara makt, fyri at vøllurin á Svangaskarði skal kunna virka, sigur Torleif Sigurðsson.
Hann hevur fleiri ferðir víst á týdningin av, at tveir grasvøllir til altjóða dystir eru í Føroyum, tí tað gevur føroyskum fótbólti fleiri møguleikar.
Avtalan, sum gongur út við árslok í ár, tryggja hvørt ár Tofta Ítróttarfelag 180.000 krónur. Hetta hevur FSF goldið fyri at ráða yvir vøllinum. Harafturat hevur Tofta Ítróttarfelag fingið fleiri pengar, um serliga nógvir áskoðarar hava verið til dystir á Svangaskarði.
? Vit hava ikki enn havt samband við FSF um nýggja avtalu, men vit vænta sjálvsagt, at nýggj avtala fer at verða gjørd, sigur Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag.
Vøllurin á Svangaskarði varð tikin í nýtslu 20. oktober 1991, og hevur síðani verið vøllurin hjá føroyskum fótbólti, tá altjóða dystir hava verið á skránni. Men síðani Tórsvøllur varð tikin í nýtslu 9. juli í ár, hevur vøllurin á Svangaskarði verið minni nýttur, tí havnafeløgini og landsliðið hava valt at brúka vøllin í Havn. GÍ og KÍ spældu sínar Europa-Cup dystir í ár á Svangaskarði.