Korsika í heitum sjógvi

Gunnar Hoydal hevur nýliga vitjað oynna Korsika, sum í søguni man vera best kend sum oyggin, har Napoleon Bonaparte varð føddur. Á stødd er hon sum danska oyggin Sæland, í fólkatali sum Ísland. Hon er franskur ríkispartur, men stríðist fyri at fáa størri ábyrgd av egnum viðurskiftum

Gunnar Hoydal


Nevin og paradísið

Á kortinum er Korsika sum ein nevi, ið hevur fremstafingur upp í loft. Eystanfyri er beint allan vegin oman í suðurendan, vestanfyri eru víkirnar og innvikini inn í allar knúgvarnar. Oyggin tykist at peika upp í italsku víkina við Genova, og tað hoyrist beinanvegin á málinum, at hetta líkist meira italskum enn fronskum. Hon peikar kanska hagar, ið hon átti at verið, men hvørjum nevar hon eftir?

Vit koma skinklandi við gomlu jarnbreytini, sum fer úr stóra býnum Bastia har norðuri á eysturstrondini og upp um fjøllini mitt á oynni. Oyggin er ikki breiðari enn Føroyar úr Mikineshólmi til Eystfelli í Fugloynni, men hon er í einum, og har er nakað væl meira at fara uppum. Hægstu fjøllini eru sum Slættaratindur tríggjar og fýra ferðir upp eftir enda, og bergsveggirnar standa gráir og hvassir at toga seg sum mest upp úr tí gulgrøna og brúnliga kjarrinum, ið liggur sum ein feldur um alla oynna uttan í láglendinum, har ið velt er.

Le maqui kallast hetta kjarrið, og tað angar inn í allar tokvagnarnar sum av yvirvaksnum, sólbakaðum berjalyngi. Leygarurt er uppií og myrta, baraldur og rósmarin og ein floymur av fremmandum og ókendum urtum. Blundar tú, kemur til tín eitt veldugt landslag av anga, ein góður roykur av tí heita slagnum, sum sigst at vera í Paradísi, og tá ið tú letur eyguni sundur aftur sæst bláur sjógvur gjøgnum lundir við sitrónum og appilsinum, og har ganga ungar gentur millum friðarlig kríatúr og henta fruktirnar úr trøunum niður í stórar, flættaðar tægur. Tær veittra til tokstjóran, hann floytar fyri teimum og stoytir seg við ferð omaneftir í aðrar vakurleikar.


Byrsur og brølapur

Vakurleikans oyggj verður hon kallað. Uppi á borgini í Calvi sæst inn á vík, eina víða hálvklingru við hvítum sandi. Pálmar og pinjutrø standa grøn allan vegin um hana, aftanfyri síggjast tær stóru líðirnar við kjarrinum, og har taka tey bláu fjøllini seg høgt upp ígjøgnum við hvítum rondum av kava á tindunum. Fær nakað verið vakrari enn hetta, kann nakað vera eftir at ynskja sær í tílíkum landi?

Í tí lítla býnum er friðarligt, fólk sita í skugganum undir teimum stóru platantrøunum, tænarar ganga út og inn at fáa teimum upp í koppar og gløs. Húsini eru væl hildin, bilarnir trokast at finna pláss í gøtunum, nýggir og snøggir. Men her á torginum hevur onkur málari verið í nátt og strikað býarnavnið Ile-Rousse og skrivað við stórum stavum tað korsikanska navnið: Isula Rossa.

Og á framsíðuni á Corse-Matin, sum er Dimman í oynni, er mynd av vápnaðum monnum, ið halda tíðindafund um náttina einastaðni í hesum angandi kjarrinum uppi í líðunum. Tað kann hetta kjarrið eisini nýtast til: at krógva seg burtur í, og blaðmenninir eru førdir hagar við bindi fyri eygunum og hava skift bilar fleiri ferðir á leiðini. Teir vápnaðu hava brølapur fyri andlitini, eyguni lýsa, sum er andlitið umvavt innanfyri, maskinbyrsurnar liggja á borðinum, og aftanfyri sæst korsikanska tjóðarmerkið. Tað er mynd av træli, ið hevur flutt bindið frá eygunum og upp í pannuna, hvør skal siga: Nú sær hann umsíðir, nú veit hann, hvat er svart, og hvat er hvítt.

Á somu framsíðu er mynd av franska ráðharranum í undirvísingarmálum, Claude Allègre, sum er komin at vitja og hevur trý lyfti við sær. Franska stjórnin fer at lata pening til teldur í øllum korsikanska skúlaverkinum frá fyrsta flokki í barnaskúlanum, hon fer at menna kunningartøknina í samfelagnum, og hon fer í samstarvi við hægri háskúlarnar í Genova og Pisa at seta á stovn eina vísindaliga granskingarstøð fyri korsikanskum máli og korsikanskari mentan. Ráðharrin hevur nógv um at vera, men fær kortini eisini stundir at leggja niður ein krans við grøvina hjá prefektinum Claude Erignac, ovasta franska embætismanninum, sum varð skotin av ókendum monnum á ljósum degi í februar 1998.


Pascal Paoli

Úti á torginum, undir fýra høgum pálmatrøum, er standmynd av tjóðarhetjuni Pascal ella Pasquale Paoli, sum onkur hevur skrivað niðriundir at fáa navnið beint á korsikanskum máli. Hann varð í 1755, á 30 ára aldri, valdur at standa á odda í frælsisstríðnum móti Genova, sum tá hevði oynna undir sær. Hann lýsti oynna at vera sjálvstøðugt ríki og skipaði stjórn í søguliga býnum Corte uppi í fjallalendinum. Hann skrivaði grundlóg fyri hetta nýggja ríkið, eina lóg um javnrættindi og fólkaræði, ein tiltikin lóg, sum nøkur ár seinni gjørdist fyrimynd, tá ið amerikanska frælsisbrævið varð skrivað, og sum gav íblástur til stóru fronsku kollveltingina í 1789.

Genova viðurkendi ikki hetta fullveldið, og hevði sínar herdeildir í væl vardum skansum fram við strendurnar. Men aftan á stríð og bardagar í fleiri ár, læt Genova í 1768 formliga valdið á oynni frá sær, ikki til Paoli men til Fraklands, og árið eftir bardu fronsk herlið korsikanar niður í bardaganum við Ponte Nuovo. Paoli mátti rýma av oynni árið eftir, sama árið, sum Napoleon varð føddur. Eftir fronsku kollveltingina fekk hann loyvi at koma aftur, og sat eina tíð sum ovasti í landinum, men undir fronskum yvirvaldi. Hann stóð síðani á odda í nýggjum frælsisbardaga, nú móti franskmonnum. Eisini hesin bardagin miseydnaðist, og tá ið Napoleon hevði tikið einaræði í Fraklandi, gjørdist teir báðir oyggjafelagarnir argir mótstøðumenn. Paoli fór í part við eingilsmonnunum ímóti Napoleon og doyði í útlegd í Onglandi í 1807.

Men enn stendur hann á torgunum í næstan hvørjum býi á Korsika. U babbu di a patria stendur høgt í steinarnar í fjallabýunum, babbu man vera babba, fosturlandsins faðir. Sjálvt í teimum meira framkomnu strandarbýunum sleppur hann at standa sum eitt søguligt minni. Har stendur hann og heitir á ungdómin um at stríðast við hjartanum fremstum, men innskriftin er á fronskum.


Tour de France

Leiti í Dimmuni eftir greinum ella stubbum á korsikonskum máli og vil vita í blaðsølunum um dagbløð skrivað á heimamálinum. Nei, bløðini eru øll undirbløð av fronskum avísum, haðani fáa tey síni tíðindi. Beint nú um Tour de France og tann skammiliga veruleikan, at amerikanari, sum eitur Armstrong men eigur uppaftur sterkari lør og leggir, hevur lagt allar aftur um seg, man hann ikki vera eitraður? Aftur at teimum fronsku tíðindunum eru smástubbar úr landspørtum og býum í oynni. Í býnum Belgodere hevur frúgvin Carlotti koyrt á ein smádrong á súkklu. Frúgvin fekk ein hvøkk, men er útskrivað av sjúkrahúsi í øllum góðum og hevur vitjað foreldrini hjá dronginum, sum tíbetur slapp undan við einari skruvu á skinnabeininum, og í Algajola hevur sløkkiliðið sløkt eldin í einum høsnarhúsi beint við kirkjutorgið. Tvær hønur doyðu, 11 vóru illa snerktar.

Men har á triðaftastu síðu eru andlátini, og smáar lýsingar við myndum av teimum gomlu, ið farin eru. Har stendur skrivað á heimamálinum um missin. Tað er, sum vilja tey, ið eftir sita, takka teimum farnu og vissa seg um, at tey skilja tøkkina.

Eitt lítið og tunt vikublað er kortini, Arritti, sum skrivar bæði á fronskum og korsikonskum. Tað er illa prentað og kostar tvífalt so nógv sum tey trivaligu dagbløðini, tað er málgangn hjá teimum sjálvstýrissinnaðu. Har undrast tey í oddagreinini á, at Frakland beint nú hevur verið eina fremst í Kosovostríðnum at gera innrás í frammant land, sum ongantíð hevur hótt Frakland, við tí endamáli at bjarga albanska fólkinum har úr kúging og tryggja tí at liva í friði við egnum máli og egnari mentan.


Franska grundlógin

Í dagbløðunum er ikki alt um skinnabein og hønur kortini. Beint nú hevur kjakið um málið tikið seg upp aftur av álvara, eisini á meginlandinum. Franskir myndugleikar hava í fleiri ár skula lýst EU-fyriskipanina um rættindini hjá smámálum og heimamálum, og forsetin, Jacques Chirac, hevur leingi sagt seg at vilja skriva undir, men sendi so málið til ummælis hjá stýrisskipanarnevndindi. Henda nevnd hevur nú gjørt úrskurð og er komin til, at tað stríðir ímóti fronsku grundlógini at viðurkenna onnur mál í franska ríkinum. Nevndin vísir til fyrstu grein, sum sigur, at franska ríkið er eittans og kann ikki býtast sundur, og til aðru grein, har tað stendur, at í franska ríkinum er málið franskt.

Tí kann spurningur um heimastýri ella sjálvstýri ikki setast á nakra almenna dagsskrá, tað kann ikki viðgerast í samráðingum millum politiskar partar, og málið í skúlum og øllum almennum viðurskiftum er franskt og bara franskt. Tó er tað hent, at í 1982 setti tá sitandi stjórnin eitt korsikanskt ráð, ið verður valt fjórða hvørt ár á almennum vali. Hetta ráðið skal gera tilmæli til fronsku stjórnina, hvat eigur at verða gjørt til at fremja samferðslu, ferðavinnu, ídnað og landbúnað í oynni. Tað hevur einki vald og ongan myndugleika og hevur ikki verið ført fyri at semjast um eina fíggjarætlan fyri ráðið. Men ráðið hevur kortini verið samt um at mæla til eina óbeinleiðis viðurkenning av heimamálinum, og tað er nú loyvt lærarum í barnaskúlum at hava sjálvbodnar tímar í korsikonskum, tá ið foreldur biðja um tað fyri børn síni.

Men gera tey tað? Tey seinnu árini hevur gingið ein streymur av ungum úr Korsika inn á franska meginlandið. Har eru møguleikarnir, har eru avbjóðingarnar, og har fáa tey ungu nyttu av øllum tí, tey hava lært av fronskum, síðani tey fóru í skúla. Foreldrini ivast, um ikki tað fer at vera eitt haft um beinini á børnunum at læra tey eitt mál við ongari framtíð, eitt mál, sum kemur úr steinøld og bindur tey til kaldar steinar langt úti í ongum. Skulu tey vera eftir her og sleiskast fyri ferðafólki ella kanska fáa eitt skrivstovustarv í stóru umsitingini? Nógv annað er ikki her, men har norðuri handan sjónarringin er øll verðin.


Napoleon Bonaparte

Ajaccio er høvuðsbýurin á Korsika. Ein breið gøta við bulmiklum trøum gongur av havnarlagnum niðan á megintorg, og har stendur hann, keisarin, sum varð føddur her í býnum og legði ikki bara Frakland, men eina tíð at kalla alt Europa undir seg. Hann er høgdur í hvítan marmarastein, hevur leysaplagg uttan um seg sum grikkar í fornøld ella Alexandur Mikli sjálvur. Um ennið er laurberjakransur, og fyri føturnar liggja fýra leyvur horvandi í hvør sína ætt. Sum hann stendur har, sæst tað ikki, at hann var lítil og trivaligur maður, men kanska er hetta mynd, sum lýsir virðingina, ið fólkasløgini, teirra millum føroyingar, høvdu fyri hesum manni, tann tíð tað var.

Í hasum húsinum búðu hjúnini Letizia og Charles-Marie Buonaparte. Maðurin var skrivari í nýggju umsitingini hjá Pascal Paoli, børnini sjey í tali og húsið tungt, ikki um at tala, tá ið Paoli mátti fara í útlegd, og franskmenn ruddaðu hansara fólk burtur úr stjórnarskrivstovunum. Hevði nakar sagt við hann, at synir hansara skuldu gerast kongar í fleiri europeiskum londum, konan ríkismóðir og konubróðirin kardinalur, hevði hann ivaleyst fingið hjartaslag. Og hevði onkur sagt honum, at hasin ófriðarligi smádrongurin ein góðan dag um ikki so mong ár fór at taka fronsku keisarakrúnuna úr hondini á pávanum sjálvum í Notre-Dame kirkjuni í París og sjálvur seta hana á høvdið, tá hevði hann steindoyð.

Hann doyði kortini av øðrum, meira natúrligum grundum á ungum árum, men hevði sum aðalsmaður av fornari ætt frammanundan vissað sær rætt at senda son á hernaðarligan kostskúla í Bienne á meginlandinum, og hagar fór tann lítli Napoleon í 1779, tíggju ára gamal. Framligur mundi hann vera, og tær stóru byltingarnar í franska samfelagnum hjálpti honum so væl á leið, at hann í 1794, 24 ára gamal, varð tilnevndur herovasti, yngsti franski generalur nakrantíð. Hann leiddi fronsku herferðirnar í Italia árið eftir og nøkur ár seinni tiltiknu innrásina í Egyptaland. Í 1799 gjørdi hann statskvett og varð 1. konsul í nýggja franska lýðveldinum, nýliga fyltur 30 ára. Fimm ár seinni tók hann við uppskotinum hjá franska senatinum at gerast keisari.

- Eg seti meg ikki ímóti, skuldi hann siga so lítillátin. Halda tit tað vera okkara stóru tjóð til gagns og æru, taki eg við hesi tign.

Tað er ein skúlalærari, sum greiðir frá. Kundi Bonaparte ikke gerast fremstur í einum frælsum Korsika, so mátti hann gerast fremstur í øllum tí franska ríkinum. Skúlalærarin man vera errin av sínum landsmanni, tíðin er komin at siga honum, at heima á klettunum, á fjarskotnum oyggjum langt burturi í Atlantshavi, minnast tey hann enn og doypa sínar dreingir Napoleon.

- Tað kundi ikki komið okkum til hugs at gjørt her á Korsika, sigur hann speiskliga. Tann maðurin var landssvíkjari.


Korsarurin

Nólsoyar Páll

Tað ræður um at vera í innara borði á vegnum og koyra tann leigaða Twingo-bilin við sólini norður um fingurin ella fram við knúgvunum vestanfyri. Har norðuri ber til so dánt, bilar fáa møtst í innvikum inn í bergsveggin, men vestanfyri er vegurin einki mætari enn ein rók í Beinisvørði, ein smøl rás við ongum stabbasteinum, og har frammi undan einum kneysa kemur bussur ímóti. Tann lítli bilurin má bakka, tað er bara at blunda og vóna tað besta. Vegir eru, sum ganga inn í dalar og upp í fjøllini, tryggari kanska at koyra, men har skal vera so oyðið, at fólk kunnu hvørva og ikki koma afturíaftur. Tiknir av nútíðar korsarum, ið franskir myndugleikar hava rikið upp á land?

Korsarar vóru teir tiltiknu sjórænarar, sum gjørdu seg inn á handilsskip í ófriðartíðum. Onkur skal hava hoyrt um tey løttu og skjótu skipini eisini í norðurhøvum, og vit vita, at turkarnir, sum komu upp á land í Føroyum, vóru ikki allir úr Turkalandi. Kanska er onkur dropi av korsikanskum sjórænarablóði eftir í føroyingum, og hvussu langt mundi í grundini vera ímillum hendan Korsika Pola og okkara Nólsoyar Páll? Á myndunum eru teir ikki ólíkir, hvørki í stødd ella dæmi. Teir eru javnaldrar, Páll eini trý ár eldri enn Poli, og at franski keisarin varð virdur sum hetja og reystmenni í Føroyum, tað vita vit. Søgan sigur, at Nólsoyar Páll bygdi ?Royndina fríðu? til at vinna føroyingum nýggjar ræsur undan haftinum hjá einahandlinum, og at hann gjørdi sína seinastu ferð við henni til at útvega landinum neyðsynjarvørur í hungursárunum, meðan Napoleonskríggini leikaðu á.

Søgan sigur ivaleyst satt, men ikki einki kann vera um tað, sum John Davidsen vildi vera við. Júst hesi árini eftir at eingilskmenn høvdu bumbað Keypmannahavn og tikið allan tann danska flotan, vórðu kaparabrøv í hópatali latin donskum skiparum, og fleiri teirri gjørdust múgvandi menn av at taka eingilsk handilsskip, ein teirra Jürgen Jürgensen, tann seinni so gitni Jørundur Hundadagakongur í Íslandi, hann, sum varð orsøkin til, at Effersøe-ættin kom til Føroya. Hesir skiparar vóru korsarar við vælsignilsi frá myndugleikunum. Men vágiligt var, og nógvir teirra endaðu saman við manningum sínum í eingilskum varðhaldi, stúgvaðir saman í áravís um borð á tí danska flotanum, sum eingilskmenn høvdu tikið.

Hiðani sæst niður í djúpa vík. Har liggur eitt gamalt træskip undir segli, stutt er tað, men sterkt bygt. Eingin kanón sæst, men skipið kundi líkst tí slagnum, sum tey kallaðu korsarar. ?Royndin fríða?? Kann tað hugsast, at Napoleon og alt hansara krígsveldi gjørdu Nólsoyar Páll til føroyskan korsar?

Samband og sjálvstýri

Tíðindi í útvarpinum siga, at 13 ymiskar sjálvstýrisbólkar og flokkar hava havt ráðstevnu og samtykt at standa saman í stríðnum fyri størri sjálvræði. Teir eita nøvn sum Korsikanska tjóðarfylkingin, Savningin fyri fullveldi, Loysingarflokkurin, Livi Korsika, Endurreisn tjóðarinnar, Fólkaræði og frælsi, Nýggja heimlandið.

Skúlalærarin hevur ilt við at greiða frá, hvat tað er, ið skilir hesi fólk og hesar flokkar, eingin veit tað rættiliga uttan bara, at teir hava klandrast og klórast sínamillum í mong Harrans ár. Men hann heldur tað vera skilligt, at tá ið sterkar kenslur í fólkinum ikki sleppa framat og verða settar uttan fyri politiska ávirkan í so langa tíð, so kemur innanhýsis klandur í av sær sjálvum, og tey, sum áttu at samstarva, fara at høgga hvør í annan. Eitt eru hesar 13 fylkingar kortini samdar um: At tað vápnaða stríðið má fáa ein enda. Ivaleyst er tað tí, at FLNC, tann loyniliga frælsisrørslan, ikki er við.

Nú standa politistar aftur fyri bankadyrnar og peiggja við sínum svørtu byrsum. Ein stórur, bláur vørubilur við løgregluskelti og blunkandi lyktum er settur á skák mitt á vegnum, og menn renna ímillum við antennutólum fyri oyrunum. Dagliga eru tílikir tilburðir, og eingin veit longur, um tað eru vanligir brotsmenn ella víðgongd sjálvstýrisfólk, ið her verða jagstrað.

Korsika er fangað í einari fellu og sleppur ongan veg, heldur lærarin fyri. Eitt stýri, sum ikki vil viðurkenna annan tjóðskap enn sín egna, kann ikki ynskja sær nakað betri enn eina vápnaða mótstøðu. Um tað so bara er ein lítil bólkur av heilavillum ella av politiskum sveimarum, so geva tey fyrstu skotini hesum stýri møguleika at senda trygdarfólk og poli-tistalið út í hvønn krók. Tá hevur stýrið treytaleyst vald og eingin samrøða fær verið.

- Hvussu tá við sambandsfólkinum?

- Sambandsfólkini eru allastaðni, men tey siga sum minst. Tey vita, at tekur franska stjórnin ríkisveitingarnar burtur, so er einki samfelag eftir. Franskur politikkur hevur verið í tveimum øll árini. Hvørja ferð ónøgdin er farin at kóka, so verða fleiri pengar sendir og meira politi: gávur og harðræði í senn. Pengarnir verða latnir umsitingini í ráðum og stýrum og kommunum, ein nót liggur um alla oynna, og í hvørjum knúti sita landsmenn okkara og býta út pening, sum teir fáa einastaðni úr erva. Tað eru sambandsmenn, ið ráða fyri gerandisdegnum hjá fólkinum her. Øll vita tað, og tann óhugsandi fólkaatkvøðan um eitt møguligt sjálvsstýri hevði prógvað tað: Tá ið ongin vón er, vil tann vanligi maðurin hugsa um breyðið fyrst av øllum.


Tann sjúka oyggin

Robert Colonna d?Istria er koriskanskur rithøvundur, og hevur givið út fleiri bøkur um Korsika. Hann er samríkismaður og sigur, at fólkið í oynni átti at verið væl fyri, tí tey hava tveir samleikar, ein korsikanskan og ein franskan. Men so leingi franski staturin ikki vil viðurkenna, at Korsika hevur sítt egna mál, sína mentan og sína søgu, so doyr alt burtur, oyggin verður sjúk og sjúkan breiðir seg. Soleiðis er Korsika vorðin ein sjúka í sjálvum Fraklandi.

Er nøkur vón? Robert Colonna er ikki bjartskygdur. Hann sær eitt Frakland og eitt Europa, sum ikki longur hava aðrar hugsjónir enn at vaksa í valdi og í ríkidømi. Einki er eftir uttan tær fríu marknaðarkreftirnar og tann jarnharða umsitingin av stórum og smáum. Politikkur er at eiga vónir og finna leiðina í felag at gera tær til veruleika, men í dag er tað, sum kallast politikkur, einki uttan persónskappingar, lýsingarherferðir og undirhald.

- Og hvørjum skuldi henda oyggin kunnað liva av? spyr skúlalærarin. Ferðavinnan er ræðulig, hana skal eingin ynskja sær. Í tveir mánaðar, juli og august, verður fólkatalið fimmfaldað, hjá okkum, ið búgva her, er alt ein marra. Her er so nógv um at vera, at fólk í hópatali kemur av meginlandinum at stíla fyri og veita tænastur. So fara hesar ongspretturnar av stað aftur og hava bitið alt niður á svaðasvørði, og av inntøkunum skulu tey, ið eftir sita, liva allar hinar tíggju mánaðarnar í árinum. Hvussu skal hetta verða. Tá er ólíka lættari at fáa fasta franska løn, sum eg sjálvur.

Síggi, at húðin spennist um kjálkabeinini, hann hevur hug at siga okkurt harðliga, og nú kemur nevin fram, ein fingur peikar upp í loft: Tað er sum ein mynd av oynni sjálvari.

At eiga vón, at síggja gongda leið. Har uppi á tindunum, sum fingurin peikar á, glitrar kavin í sólini. Kanska áttu vit at skotið upp, at tey sendu nakrar korsarar úr frælsisrørsluni til Íslands at vita, hvat har verður gjørt.

Ella hví ikki til Føroya?