Fleiri túsund liggja í streymloysi í russisku Belgorod-regiónini eftir umfatandi ukrainskt álop.
Tað sigur guvernørurin í økinum, Vjatsjeslav Gladkov, og hann vísir á, at eitt ukrainskt álop rakti orkukervið í økinum.
Sambært uppslagi hjá guvernørinum á Telegram høvdu út við 34.000 fingið streymin aftur í morgun, men framvegis lógu 5.400 húsarhald í streymloysi.
Russisku myndugleikarnir siga seg hava skotið 251 ukrainskar dronur niður í nátt.
- Belgorod og aðrar russiskar regiónir, sum liggja nær markinum til Ukraina, hava verið fyri fleiri ukrainskum rakett-og dronuálopum, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.