Í Vestmanna eru tey farin í holt við at gera parkeringsbásar til stór akfør, og hetta verður á bryggjuni, innanfyri havnarskrivstovuna.
- Fyri at fáa betur skipaði viðurskifti á havnarøkinum, hevur vinnu- og havnarnevndin valt, at parkeringsbásar skulu gerast.
Á hendan hátt fáa vinnuaktørar eitt avsett øki, har teir kunnu seta síni stóru akfør, soleiðs at sleppast kann undan óskynsamari parkering.
Parkeringsbásarnir verða á nýggju kai, sum tey rópa bryggjuna í Vestmanna.
Básarnir verða 10 í tali, og teir verða 3,5 x 18 metrar stórir, sum er kravd stødd til eitt nú lastbilar og bussar.
Í Vestmanna kommunu siga tey, at arbeiðið at gera økið klárt verður liðugt í hesum mánaðinum.