sum nakað heilt serligt. - Natasha Bedingfield er uttan iva besta konsertin, eg havi verið á her. Í ár gleði eg meg mest til at hoyra Nephew, sigur Bergur avgjørdur.
Ragnarsson búgva til dagligt í Teilandi, har bæði arbeiða sum lærarar á einum skúla. Fyri fyrstu ferð í trý ár er Leivur heima aftur í Føroyum og hesa ferð sum giftur maður. "Hetta er fyrstu ferð, eg eri í Føroyum
Joanida í Kálvalíð og Hjalti Johansen, bæði úr Havn, eru á ólavsøku hvørt ár. - Øll eru á ólavsøku, og her møtir man alla tíðina fólki. Hon er eisini ein karmur fyri at dyrka okkara tjóðskaparkenslu, har [...] Tíverri vunnu vit onki. Eg hevði lagt meg eftir at vinna ein sproytirevolvara, men tað má vera næsta ár, sigur Hjalti, sum heldur, at man saktans kann brúka eitt sindur upp á tombola, tá ólavsøka bara er
Linfield FC hevur verið í Føroyum trý tey undanfarnu árini og spælt evropeiskan fótbólt, og aftur í ár koma norðurírarnir hendan vegin. Onki føroyskt felag hevur basað Linfield enn, men NSÍ-venjarin, Trygvi
boðað frá. Ársins leikari í føroyskum fótbólti 2014 er álopsleikarin hjá B36, Adeshina Lawal, sum í alt ár hevur verið eyðsýndur á meistaraliðnum. Adeshina Lawal kom 13 ferðir á máltalvuna í Effo-deildini,
tíðindunum soleiðis, sum áhugabólkurin vil hava tey at venda. - Eitt dømi er, tá Fólkaheilsuráðið fyrr í ár lanseraði úrslitið av einari gallupp-kanning, tey høvdu latið gjørt um, hvussu nøgdir føroyingar eru
Hetta er ein gongd, ið vit sum samfelag kunna verða errin um. Flestu av okkara grannalondum hava í nógv ár stríðst við júst øvutu gongdina, har áhugin fyri lokalum valum er minkandi, skrivar felagið á heimasíðuni
Í dag eru tíggju ár liðin síðan, at Føroya Løgting samtykti, eftir nógv kjak á tingi og í almenna rúminum, at broyta løgtingslógina um val til Føroya Løgting, so at Føroyar, fyri fyrstu ferð síðan Løgtingið
Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, hevur búð í Føroyum í 16 ár. Hann sigur, at tað var lætt at fella til í Føroyum. - Eg havi føroyska konu, so tað var lætt hjá mær at koma inn í føroyska samfelagið
blaðnum. Vinningurin var 5000 krónur, og møguleika at gera uppskot til veddingar fyri Tipsblaðið í eitt ár, umframt ókeypis haldaragjald. Tipsblaðið prentaði ein veddingarseðil í blaðnum, sum ikki líktist [...] enn í dag. Umframt hetta so varð eg biðin um at gera uppskot til veddingar fyri Tipsblaðið í eitt ár. Vit vóru fleiri á liðnum, og høvdu eina pulju. Tann av okkum, sum hevði rættasta úrslitið fekk puljuna