- Landsliðið altíð verið ein dreymur

Tað sigur Páll Andrasson Klettskarð, sum í gjár fekk landsliðsboð á fyrsta sinni. Nú vónar framherjin at sleppa at vísa seg á vøllinum.

 

- Eg bleiv ótrúliga glaður, tá eg fekk boðini. Eg haldi tað hevur gingið væl hjá mær í fjør og í ár. Onkur annar áleypari er skaddur, so eg vónaði at tað bleiv hesaferð, sigur Páll A. Klettskarð við portalin í dag.

 

Tað hevur í eina tíð verið róð framundir, at málsøkni framherjin hjá KÍ skuldi koma á landsliðið, men hevur tað ávirkað góðu avrikini í ár?

 

- Nei, eg spæli sum eg nú eina ferð geri og so vónaði eg bara tað besta, sigur Páll víðari við portalin í dag.

 

Páll var staddur við hús, tá hann í gjár fekk boðini um at Lars Olsen vildi hava hann við til landsdystirnar móti Írlandi og Svøríki í komandi mánaði. Nú vónar toppskjúttin at sleppa at vísa seg á vøllinum eisini.

 

- Sjálvandi vóni eg at sleppa at vísa meg á vøllinum, men tað er ikki nakað eg hugsi so nógv um akkurát nú, sigur Páll, sum tykist vera einasti reindyrkaði framherjin í landsliðshópinum.

 

Páll hevur altíð fylgt landsliðnum og tað hevur altíð verið ein dreymur at koma á landsliðið.

 

- Eg havi sæð allar teir landsdystirnar, ið eg havi vat møguleika fyri. Landsliðið hevur altíð verið ein dreymur, sigur Páll A. Klettskarð at enda.

 

Páll A. Klettskarð er saman við Ára Mohr Jónsson(Silkeborg IF) og Heina Vatnsdal(HB) úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð. Føroyska landsliðið skal spæla á útivølli móti Írlandi 7. juni og Svøríki 11. juni.