- LGBT Føroyar má ganga undan

- Hjá okkum í Føroyum minnir okkara bardagi nógv um tykkara bardaga í Íslandi, sum tit byrjaðu seinast í 1970’árunum. Tað fyrsta at bróta er tagnaðarmúrurin – síðani kemur ásannanin av, at vit eru her, triðja stigið er at seta andlit á okkum LGBT’arum, síðani ber lættari til at krevja nøkur ítøkilig borgararættindi. Vit – LGBT’arir í Føroyum - mugu sjálvi ganga fremst í krøvunum um rættindi, vit hava ávísan politiskan stuðul, men vit mugu hava hjálp.

Tað segði Sonja Jógvansdóttir, nevndarlimur í LGBT Føroyar, í røðuni, hon helt á Gay Pride í Reykjavík í gjár.

Lesið røðuna niðanfyri:

“Góðu frændir og góðu pride gestir úr øllum heimi.

Eg eri úr einum landi úr einum beinum eystri, sum ikki á nakran hátt vil viðurkenna ymiskleikan í fólki og lóggeva hareftir. Í Føroyum hava vit ongi borgarlig rættindi, vit hava ikki skrásett parlag, vit hava ikki javnsetan í hjúnarbandslógini, lesbiskar kunnu ikki fáa ísáðing og samkynd kunnu ikki ættleiða

Til fyri nøkrum fáum árum síðani vóru Føroyar kliniskt reinsaðar fyri samkynd og LGBT’arar sum heild. Hetta sæst eisini aftur. Eg eri ein 34 ára gomul samkynd kvinna, og eg eri millum tey elstu, sum livi opið í Føroyum. Tað finnast næstan ongin opin samkynd yvir 40 ár í Føroyum.

Í dag er tað ikki tó longur ein sjálvfylgja, at tá ið tú sprettur sum lgbt’ari, so keypir tú tær ein einvegis ferðaseðil úr Føroyum.

Vit hava eitt nýtt ættarlið, sum ikki vil sleppa móðirlandinum, nýggja ættarliðið noktar at rýma úr Føroyum. Nýggja ættarliðið hevur valt, saman við nógvum øðrum góðum stuðlandi fólkum, at stríðast fyri okkara rættindum, tí Føroyar er okkara land og Føroyar skal eisini rúma okkum. Seinastu árini er hugburðurin til LGBT’arar nógv broyttur í Føroyum, og nógv tann størsti partur av føroya fólki stuðlar okkum og viðurkennur okkum, men politiska skipanin hevur haltað aftaná.

Fólksins stuðul sóu vit eisini á Faroe Pride fyri tveimum vikum síðani, tá ið 6000 fólk ella áttandi hvør føroyingur heiðraði ymiskleikan. Fólkið í Føroyum vil einar øðrvísi Føroyar. Hetta endurspeglast nú eisini í politisku skipanini, tí ein flokkur hevur boðað frá at hann nú í heyst leggur uppskot fram um at tvey av sama kyni skulu sleppa at ganga í par- ella hjúnalag. Hetta er slóðbrótandi, tí politiska skipanin hevur søguliga aftra seg við at viðgerða spurningin um samkynd. Tvørturímóti hava homofobiskir politikarar verið teir sum gingu á odda við at niðurgera lgbt’arar, men Faroe Pride broytti nakað, og nú eru nýggjir tónar at hóma.

Fyri LGBT’arar kring allan heim hava seinastu árini verið góð, tí vit síggja fleiri og fleiri lond, sum geva okkum ítøkilig rættindi – hóast hetta, so er enn langt á mál nógvastaðni. Í allari glitranini á einum slíkum hátíðardegi, so mugu vit ikki gloyma okkara brøður og systrar í Uganda, Iran ella Saudi Arabia – bara fyri at nevna trý av nógvum londum, har LGBT’arir rinda við lívinum, um tey liva samsvarandi sínum seksualiteti.

Í mun til tær ræðuleikar, sum hesi eru fyri, kann okkara stríð tykjast lítið, tí samkynd í Føroyum nýtast ikki at óttast fyri lív og heilsu. Kortini kann tað vera tungt og møtismikið, tá ið tú sum ungur ásannar, at tín seksualitetur er øðrvísi enn hjá teimum flestu.

Hjá okkum í Føroyum minnir okkara bardagi nógv um tykkara bardaga í Íslandi, sum tit byrjaðu seinast í 1970’árunum. Tað fyrsta at bróta er tagnaðarmúrurin – síðani kemur ásannanin av, at vit eru her, triðja stigið er at seta andlit á okkum LGBT’arum, síðani ber lættari til at krevja nøkur ítøkilig borgararættindi. Vit – LGBT’arir í Føroyum - mugu sjálvi ganga fremst í krøvunum um rættindi, vit hava ávísan politiskan stuðul, men vit mugu hava hjálp.

Tit eru okkara góðu grannar og vit hava brúk fyri tykkara stuðli í okkara stríðið! Tit í Íslandi eru okkara fyrimyndir, og vit vóna, at tit fara at taka tøk saman við okkum so vit LGBT’arir í Føroyum vera javnsett við allar aðrar borgarar í samfelagnum.

Eg vil enda hesa røðu við at heita á tykkum um einaferð í kvøld at steðga á eina løtu, og minnast tey, sum lótu lív, tí tey livdu samsvarandi síni kynsligu ábending, og fyri teimum, sum stríddust fyri okkara rætti í samfelagnum.

Takk fyri!"