- Leika skal vera ein góð avbjóðing

Týsmorgunin læt framsýning upp í Listaskálanum í Havn við mennandi leikum, ið Hildur og Oyvindi av Skarði hava ment og sett í framleiðslu

Børn hava uppiborið at hava okkurt gott at hyggja at og spæla við. Røtt leiku eggja til spæl, sum stimbrar menningina og styrkir evnini at læra. Tað er hesin grundsetningurin, ið liggur undir virkseminum hjá virkinum Tingform við Hilduri og Oyvindi av Skarði. Týsmorgunin læt framsýning upp í Listaskálanum í Havn við leikunum, ið Tingform hevur ment og gjørt. Leikuni eru serliga ætlað dagstovnum, og tí var hesin fyrsti dagurin teirra. Frá kl. 10.00 og út á dagin høvdu børn í vøggustovum, barnagørðum, dagrøktum og onnur børn høvi at síggja og royna leikuni. Kári Sverrison sang og spældi barnasangir av fløguni "Øll hava veingir", og børnini fingu bollar og saft.

- Orsøkin til, at vit eru farin undir at gera leiku til børn, er, at vit hava sæð at børn, serliga heilt smá børn, hava vantað rættilig leiku. Leikuni, sum eru ætlað brekaðum børnum, hava eftir okkara tykki ikki verið so spennandi. Tað er oftast sjálv funksjónin, sum hevur verið tann týdningarmesta, ikki, hvussu tey síggja út. Tí hava vit lagt okkum eftir at gera leiku, sum bæði hava funksjónina og útsjóndina í hásæti. Leikuni, vit hava ment og tilevnað, eru tí mennandi leiku til øll børn, sigur Hildur av Skarði.

- At leikuni skulu vera spennandi, merkir, at børnini sjálv skulu finna upplivingarnar við at brúka hugflogið. Í formi skulu tey ikki vera bundin, men hava møguleikar, soleiðis at børn finna nýggjar mátar at spæla uppá alla tíðina.


Gamal dreymur

Tað eru nógv ár síðani Hildur og Oyvindur byrjaðu at gera leiku. Fyri tveimum árum síðani byrjaðu tey av álvara. Tey hava fingið stuðul og ráðgeving frá Menningarstovuni til at fara undir virksemið. Frá byrjan hevur Tingform havt eitt gott og neyvt samstarv við pedagogar á stovnum, og tey hava eisini fingið afturmeldingar frá teimum um, hvørji leiku tørvur serliga er á.

- Ymsar royndir av leikum hava verið úti á stovnum og so hava vit gjørt ymiskar tillagingar og rættingar, og soleiðis funnið fram til ta bestu loysnina, sigur Hildur.

Tað eru Hildur og Oyvindur, ið finna uppá, menna, seta í verk og royna í verki leikuni, men sjálv framleiðslan og marknaðarføringin fer fram í Danmark.

- Tað loysir seg ikki, at leikuni verða framleidd í Føroyum, men tað loysir at hava eitt virki, ið mennir og tilevnar. Føroyingar, ið hava hug at royna eitthvørt, geva ofta tíðliga skarvin yvir, tí tað ikki rættiliga eydnast teimum. Men míni ráð eru, at fólk skulu vera treisk og veruliga vísa, at tey vilja nakað við tí, tey ætla. Tað er avgjørt pláss fyri einum virki sum okkara. Vit hava verið treisk og nú trúgva vit uppá, at tað ber til.

Leikuni, ið Tingform hevur ment og sett í framleiðslu, eru stór og slitsterk, og ikki í bíligara endanum. Tí er tað serliga stovnarnar, Tingform metir sum sín markna. Men tann føroyski marknaðurin er ov lítil. Tí hava tey fingið í lag samstarv við eina fyritøku í Danmark, ið eitur Leika, sum hevur marknaðarføringina um hendi. Afturmeldingarnar hava higartil verið sera góðar.