Hans Pauli Strøm segði eisini, at sjálvur hevði hann ógvuliga stóran persónligan áhuga í málinum, og tað var einki at taka seg aftur í, at undir framløguni hjá landsstýrismanninum gjørdist tað greitt, at Hans Pauli Strøm hevur ógvuliga gott innlit og breiðan kunnleika um málið.
Løgfrøðiligu karmarnir stóran týdning
Høvuðsendamálið hjá okkum í Almanna- og Heilsumálaráðnum og í landsstýrinum sum heild við at seta á stovn løgtingslóg um ílegugransking er, at vit vilja eggja til og stimbra granskarum at fara undir slíka gransking her á landi. Tað er ógvuliga umráðandi, at teir løgfrøðisligu karmarnir eru upp á pláss, tí annars fara útlendskar fyritøkur, ið møguliga hava áhuga fyri at granska í føroyskum ílegum, at setast aftur, segði Hans Pauli Strøm.
Landsstýrismaðurin vísti í framløgu sínari eitt nú á, at tað í Føroyum finnast álitandi ættartalvur fyri umleið 100.000 fólk, sum liva og hava livað í Føroyum seinastu 200 árini, og slíkar upplýsingar hava ómetaliga stóran týdning í sambandi við gransking í ílegum. Eisini vísti Hans Pauli Strøm á, at vit í Føroyum hava eina haldgóða diagnosuskrá langt aftur í tíðina, og at vit hava ein landssjúklingaskrá teldutøka frá 1992, og hetta má metast sum ein styrkur í sambandi við ílegugransking
Eisini hevur ættarfrøðiligi hátturin at finna ílegur stórar fyrimunir í mun til aðrar kanningarhættir, tí hann er skjótari og effektivari, og tí hesin háttur kann kanna fólk við ávísum sjúkum í nútíðini, og síðani leita aftur eftir í ættina, í hvønn mun tey hava ein felags genetiskan uppruna. Av tí at vit í Føroyum hava ein ógvuliga einsháttáðan genetiskan uppruna, sera neyvar ættarupplýsingar og haldgóðar diagnosur, eru Føroyum serliga væl egnaðar til henda kanningarhátt, greiddi Hans Pauli Strøm frá.
Menna granskaraumhvørvi í Føroyum
Ílegusavnið er eisini ein partur av eini ætlan hjá núverandi landsstýri um at menna granskaraumhvørvi í Føroyum. Hans Pauli Strøm greiddi á BitTinginum frá, at landsstýrið longu hevur játtað nakað av peningi til at byggja upp eina granskarapark, og at meiri peningur er væntandi.
Landsstýrið hevur eina ætlan um, at ein triðingur av øllum inntøkunum av einskiljingum av almennum ognum skulu setast í ein sentralan granskingargrunn, sum skal hjálpa til at seta á stovn eina granskarapark í Føroyum. Á fíggjarlógini í ár eru eisini tvær milliónir settar av til byrja upp á granskaraparkina, og tann 13. februar verður fundur um byggiætlan, segði Hans Pauli Strøm.
Hann legði afturat, at landsstýrið hevur eitt uppskot um, at Fróðskaparsetrið skal mennast til ein lærdan háskúla, tí sum nú er, snýr tað seg í ov stóran mun um undirvísing og í ov lítlan mun um gransking. Í hesum sambandi skal størri dentur leggjast á, at Phd lestur á setrinum skal verða í samstarvi við føroyskt vinnulív, segði Hans Pauli Strøm.
Stýrisbólkurin, ið arbeiðir við ætlanunum um eina granskarapark, hevur eisini mælt til, at í minsta lagi trý professorat verða seta á stovn fyri at fáa gongd á granskaraparkina.
Vit skulu skipa karmarnar soleiðis, at tað verður lokkandi fyri granskarar at koma hagar at arbeiða. Vit vita jú, at tað eru fleiri føroyingar, ið hava viðkomandi útbúgvingar, ið ikki venda heim aftur til Føroyar eftir loknan lestur, tí at teimum vanta fakligar avbjóðingar innan sítt øki, segði Hans Pauli Strøm.
Landsstýrismaðurin heldur, at tað hevur stóran týdning, at tá ið ein granskarapark av álvara kemur í gongd, skulu granskarar úr Føroyum taka lut í norðurlendskum og ES-verkætlanum innan gransking.
Partur av visjón 2015
Ætlanin við at menna granskingina og granskaraumhvørvið í Føroyum, er ein partur av visjón 2015 hjá landsstýrinum.
Á BitTinginum segði Hans Pauli Strøm, at landsstýrið vil menna granskingina sum eitt strategiskt samfelagsmenningarligt amboð. Hetta skal gerast við nýggjum granskingarpolitiskum bygnaði, við einum stórum og sterkum granskingargrunni, ið sum áðurnevnt skal fáa burturav køkuni í sambandi við ætlaðu einskiljingarnar, og við nýggjum granskingarpolitiskum átøkum, so sum stovnsetanini av eini granskarapark.
Eitt av átøkunum, ið skal seta ferð á hesa menning, er, at ein bygnaðarbroyting av almenna partinum, sum umfatar vinnuna og granskingarstovnar.
Sum nú er liggja viðkomandi grunnar og granskingarætlanir undir fleiri ymiskum aðalráðum, men ætlanin hjá landsstýrinum er, at hetta skal broytast, so at hesin partur allur verður savnaður í eini felags fyrisiting, ið skal umfata Vinnuframagrunnin, Granskingargrunnin, granskingarætlanir og fiskivinnuroyndir.
Ein granskingarnevnd verður sett á stovn undir Mentamálaráðnum, og henda nevnd kemur í veruleikanum at hava ábyrgdina av áðurnevndu felags fyrisiting. Somuleiðis verður eitt nýtt ráð sett á stovn, sum fær heitið Føroya Vísindaráð.
Á landsstýrisfundi í dag skuldi landsstýrið taka støðu til at seta júst áðurnevnda Vísindaráð á stovn, og Hans Pauli Strøm sigur seg vóna, at tað nú fer at koma ferð á málið um ílegugansking í Føroyum, sum hann heldur kann fáa stóran týdning fyri føroyska samfelagið í framtíðini.










