- Lilla er mín yndislitur

Sum fleiri ogna sær føroysk klæði, eru tey eisini fleiri, sum ogna sær alternativ føroysk klæði. Joanida hevur fingið sær lilla klæði.

Joanida í Kálvalíð og Hjalti Johansen, bæði úr Havn, eru á ólavsøku hvørt ár.

 

- Øll eru á ólavsøku, og her møtir man alla tíðina fólki. Hon er eisini ein karmur fyri at dyrka okkara tjóðskaparkenslu, har vit øll savnast um tað sama, sigur Joanida.

 

Í gjár vóru Joanida og Hjalti til kappróður.

 

- Tað var sum vera man stuttligt. Tað besta við øllum var, at Drekin vann, og Klaksvíkingur bara bleiv nummar tvey. Tað prógvar, at Havnin er betri enn Klaksvíkin, sigur Hjalti flennandi.

 

Joanida og Hjalti brúka eitt sindur av pengum upp á tombola á ólavsøku.

 

- Tíverri vunnu vit onki. Eg hevði lagt meg eftir at vinna ein sproytirevolvara, men tað má vera næsta ár, sigur Hjalti, sum heldur, at man saktans kann brúka eitt sindur upp á tombola, tá ólavsøka bara er eina ferð um árið.

 

Tey føroysku klæðini sameina fólkini á ólavsøku meira, enn man grunar.

 

- Hetta er fyrstu ferð, eg eri í mínum føroysku klæðum. Eg hevði í dag als ikki dugað at ímyndað mær ólavsøkuna uttan føroysk klæði, tí eg hevði følt meg nógv meira uttanfyri. Litin lilla havi eg valt, tí lilla er mín yndislitur, sigur Joanida, sum samstundis sigur, at nógv steðga sær fyri at viðmerkja sermerkta búnan hjá sær.

 

- Eg eri samdur við Joanidu. Man verður líkasum eina tonn hægri í føroyskum klæðum, sigur Hjalti.