- Leivur skal keypa føroysk klæði!

Nýgiftu Grace og Leivur Ragnarsson búgva til dagligt í Teilandi, har bæði arbeiða sum lærarar á einum skúla. Fyri fyrstu ferð í trý ár er Leivur heima aftur í Føroyum og hesa ferð sum giftur maður.

"Hetta er fyrstu ferð, eg eri í Føroyum, so hetta er sjálvsagt eisini fyrstu ferð, eg eri á ólavsøku," sigur Grace, sum er fødd í Hong Kong, men er uppvaksin í Sidney, Australia.

"Eg havi hinvegin verið ofta," sigur Ragnar flennandi, sum er bæði føddur og uppvaksin í Havn.

"Eg haldi, at ólavsøkan er ordiliga stuttlig. Stemningurin er ordiliga góður, og her eru so nógv glað fólk. Fyri ikki tosa um tey føroysku klæðini. Tey eru ordiliga flott. Eg hevði ynskt, at Leivur átti slík," sigur Grace á enskum og hyggur spyrjandi at Leivi, sum flennir og yppir øksl.

"Satt at siga er Grace komin longri enn eg í at samla til tey føroysku klæðini. Meðan eg einki eigi, hevur hon tveir knappar, ið hon brúkar sum oyraringar og ein, sum hon hevur í hálsbandinum," sigur Leivur.

Grace og Ragnar fara av aftur landinum fyrst í næstu viku, har tey fara yvir aftur til Teilands at arbeiða á skúlanum, har tey eisini møttust fyri tveimum árum síðani.