- Leiti eftir beiggja mínum

Bergur Nónklett er nýliga komin á G! festival. Hann leitar eftir beiggja sínum, sum kom á festival fyrr upp á kvøldið.

- Eg kenni fleiri her, so tað er stak hugnaligt at ganga runt og heilsa upp á fólk, sigur Bergur Nónklett av Glyvrum.

- Eg leiti faktist eftir beiggja mínum, tí hann kom til Gøtu eitt sindur áðrenn meg. Kanska tað er sum at leita eftir eini nál í eini hoyløgu, men tað skal nokk ganga.

Bergur plagar at vera á G! festival, men hevur ikki heilt tal á, hvussu ofta hann hevur verið.

- Mær dámar ordiliga væl tónleik, so tað er upplagt at koma á G! festival, tí tónleikurin her er útmerkaður.

Ein konsert stendur eftir í minninum á Bergi sum nakað heilt serligt.

- Natasha Bedingfield er uttan iva besta konsertin, eg havi verið á her. Í ár gleði eg meg mest til at hoyra Nephew, sigur Bergur avgjørdur.