- Landsliðsúttøkurnar eru heilt burturvið

Danin Frank Skytte, ið hevur vant bæði TB, B68 og HB her á landi, sigur seg mangan hava undrast á, hvat ið verður nýtt sum grundarlag í sambandi við úttøku av føroyska landsliðnum í fótbólti

Hann er bersøgin, tá ið spurt verður um føroyska landsliðið, danin Frank Skytte, sum í fleiri ár hevur virkað sum venjari í Føroyum. Frank Skytte sigur, at fyri honum virkar tað sum um, at landsliðsvenjararnir hava ein ranglista við nøvnum. Við hesum sipar hann til, at er ein av teimum ovastu 18 ikki tøkur, so verður nummar 19 úttikin, óansæð um tað er ein áleypari, ið kemur fyri ein verjuleikara. Somuleiðis heldur Frank Skytte, at tað als ikki verður hugt eftir, hvussu dagsformurin hjá teimum einkultu spælarunum er.

Skipanin kring venjaraparið ónøktandi
Tá ið tosið kemur inn á skipanina við venjaraparinum á føroyska a-landsliðnum, sigur Frank Skytte, at her er neyðugt við kollveltandi broytingum, um føroyska landsliðið skal koma eitt fet víðari. Danin heldur tað verða eitt sjálvsagt krav, at ein føroyskur landsliðsvenjari býr í Føroyum, um ikki alt árið, so í hvussu so er meðan føroyska kappingin er í gongd.
At hjálparvenjarin á landsliðnum samstundis er høvuðsvenjari hjá einum føroyskum 1. deildarliðið, heldur Frank Skytte verða blóðskeivt. Hann sigur, at skal Jógvan Martin Olsen virka sum venjari hjá einum føroyskum felag, so skal tað verða í næstbestu deildini, tí annars hevur hann ikki umstøður til at fara runt til dystir og hyggja at landsliðsevnum. Henrik Larsen er so sjáldan í Føroyum, at hann kann ikki hava fingurin á pulsinum viðvíkjandi spælarunum í føroysku kappingini, sigur Frank Skytte og leggur afturat, at tað eisini má verða trupult hjá hjálparvenjaranum, Jógvan Martini Olsen, at fylgja við í gongdini hjá teimum einstøku spælarunum.
Um Jógvan Martin kann úttaka landsliðið út frá tí, sum hann sær, tá ið NSÍ spælir móti teimum ymisku liðunum, so ger hann ikki sítt arbeiði sum NSÍ-venjari til lítar, heldur Frank Skytte. Men í prinsippinum er tað Jógvan Martin, ið setur landsliðið, tí Henrik Larsen hevur næstan onki grundarlag at úttaka liðið uppá, sigur danski venjarin. Frank Skytte sigur eisini, at tað tíð hann hevur virkaði sum venjari í Føroyum, ringdi Henrik Larsen eina ferð til hansara fyri at frætta, nær ein dystur skuldi leikast, meðan Jógvan Martin hevur ringt nakrar ferðir, tá ið landsliðið hevur verið úttikið.

Altíð teir somu á landsliðnum
Sum áðurnevnt heldur Frank Skytte, at úttøkan av landsliðnum er fullkomiliga burturvið. Hann sigur, at tað altíð eru teir somu, ið verða úttiknir,meðan aðrir leikarar, ið vikuskifti eftir vikuskifti imponera í landskappingini als ikki koma upp á tal, sigur hann.
Í Danmark er tað í hvussu so er so, at Morten Olsen tekur teir bestu menninar út, meðan tað tykist sum um, at Jógvan Martin hugsar, at føroysku ungdómslandsliðini, sum hann millum annað sjálvur venur, skulu lata einar tveir leikarar til a-landsliðið um árið, óansæð um teir eru nóg góðir til tað, sigur Frank Skytte. Til dømis heldur Frank Skytte tað verða ótrúligt, at menn sum Hans á Lag, Ove Nysted, Bartal Eliasen og Símun Eliasen als ikki eru í landsliðshitanum, tí eftir hansara tykki eru teir betri enn nógvir av teimum, sum eru fastir í landsliðshópinum. Tað tykist sum um, at føroyska landsliðið er eitt lukkað land. Hetta er ótrúliga spell, sigur Frank Skytte, tí hetta minkar um hugin hjá spælarum, sum áttu at verið sjálvsagdir í landsliðshópinum.