fluttur i varðhaldið. Og so varð farið at kanna bilin nærri, tí bæði tollvaldið og politiið vóru sannførd um, at rúsevni vóru onkrastaðni i bilinum. Av tí at hugsanin var, at bilurin helst skuldi setast saman [...] eftir bilkønum fólkum at vera við, soleiðis at alt kundi setast rætt saman aftur. Her var okkurt Fyrsta stigið var at taka leidningarnar úr akkumulatorinum. Tá varnaðist onkur, at ljós framvegis var í bilinum [...] røntgenfotografera hann. Bilmekanikarin segði, at arbeiðið við forbindingum í bilinum sá út til at vera ógvuliga prosessionelt gjørt. Hann hevði eisini varnast, at akkumulaturin var ov lættur. Teir fingu hendur
sendarar út Paul Watson hevur áður sagt í samrøðu við Sosialin, at hann umhugsar at koma til Føroya, og nú váttar hann sjálvur, at hann fer aftur at seta kós ímóti Føroyum. - Vit gjørdu royndir í Føroyum í summar [...] Sosialin í dag. - Okkara fremsta mál verður at ræða grindahvalirnar burtur við ljóðum frá serligum sendarum, sum vit fara at leggja kring Føroyar. Vit ætla at gera ein múr av ljóði kring Føroyar, so grindin [...] komandi summar. Samstundis hevur ein annar umstríddur umhvørvisstríðismaður boðað frá, at hann arbeiðir við eini ætlan um at koma til Føroya næsta ár. Ein týðandi partur av báðum ætlanunum eru sjónvarpsupptøkur
hevur tó fingið at vita, at eitt mál er komið frá tveimum sóknum, sum leggur upp til, at Føroya Fiskimannafelag tekur seg úr samstarvinum við Samtak. Í sínum grundgevingum vísa sóknirnar á, at fiskimenn og [...] hava somu áhugamál, og tí meta sóknirnar, at felagið eigur at taka seg úr aftur Samtaki. Áhugamálini, sum ikki sampakka, eru eitt nú, at Samtak ikki er fyri, at fiskiskip, sum veiða undir Føroyum, kunnu [...] Felagslimir hava rætt at møta á fundinum og hava talurætt. Landsfundurin í Føroya Fiskimannafelag kann samtykkja at senda mál til atkvøðugreiðslu millum limirnar. Torført er at meta um, hvørja lagnu eitt
og Svimjisambandið, at fingin er av vegnum størsta forðingin fyri, at føroyskir svimjarar kunnu kappast í olympisku leikunum fyri Danmark, uttan at teir kortini missa rættin til at kappast fyri Føroyar [...] svimjarin í hesum høpi, er fegin um, at karantenan er fingin av vegnum, tí fyri hann hevur tað alt at siga. – At koma við til OL, er bara fyri kappingina skyld og ikki fyri at umboða nakran, sum í hesum føri [...] eri eg fegin um, at aðrir møguleikar eru. Men so vítt eg veit, er einki enn avtalað við danska svimjilandsliðið um hetta, sigur hann. Tað vil siga, at skal tað vera til nakra nyttu, at størsta forðingin
Fótbóltsspælarar, sum eru so hepnir og dugnaligir at koma í Premier League, vóna alla tíðina at sleppa á vøllin. Finn Nielsen fæst ikki at siga, um tey høvdu væntað, at Gunnar slapp í málið, men hann hevur frammanundan [...] Nielsen næstan, at sonurin eina ferð kemur heim aftur til Føroya at búgva. Men hann kemur neyvan, so leingi hann roynir at gera professionella karrieru. Nú bíðar familjan hjá Gunnari bara eftir at frætta, um [...] Manchester City. Finn Nielsen sá teir fyrstu 60 minuttirnar av dystinum, men noyddist so at fara. Ikki visti hann, at sonurin 10 minuttir seinni kom inn í málið og helt tað reint teir 22 minuttirnar, sum
munandi truplari og dýrari at sameina almennar og privatar skipanir; skerdar møguleikar hjá føroyska samfelagnum at standa seg í kappingini um at draga fólk til sín, heldur enn at enda sum útjaðarasamfelag [...] Havi heft meg við, at bæði tá tit fyrstu ferð bjóðaðu tykkum fram at seta pening í Eik, og nú tit eru vorðin høvuðseigarar, hava legt dent á hetta: At tit vilja vera ein peningastovnur og eitt samtak, [...] á tingi, sum á ein lagaligan hátt skjýtur upp, at peningastovnarnir fáa 3-5 ár at byggja upp og menna skipanirnar aftur í Føroyum, kunnu vit sláa fast: At sjálv flytingin hevur kostað væl omanfyri 100 mió
er, at privatu miðlarnir eisini skulu fíggjast umvegis skattin, men tá nærkast vit helst utopia. At seta eitt ráð at viðgera, hvat bløðini skulu sleppa at skriva um – fyri soleiðis at sleppa fram at lý [...] politiskari viðgerð. Vit halda sjálvandi fast við okkara støðu, at greiðasta býtið var, at tað almenna lat privatu fjølmiðlarnar fáa frið at reka sítt virksemið á burðardyggum handilsligum grundarlag, meðan [...] undraði tað okkum ikki sørt, at einki umboð fyri miðlavinnuna taldist millum limirnar – ella fólk, sum skilja støðuna, sum privatu miðlarnir eru í. Landsstýriskvinnan gjørdi greitt, at hon vildi hava eitt pr
kappingini og vóna, at tað fer at gangast líka væl, sigur venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, nú kappingin aftur fer í gongd. – Bara fyri at kunna fylgja við, eru vit noyddir at fáa stig frá Víkingi [...] so tí ber til at siga, at næstu dystirnir hjá okkum allir eru sum ein finala, sigur venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham, sum umframt landskappingina eisini hevur steypafinaluna ímóti ÍF at hugsa um. Av [...] Av tí at Víkingur bara hevur tvey stig upp til B36 og EB/Streymur hevur fimm stig upp, er hetta ein dystur, hvørki liðið heldur seg hava ráð til at tapa. Neyvan er hugsandi, at nakað av liðunum ætlar at
sigur, at nú saltgoymslan, sum MJ Saltsøla byggir á nýggja ídnaðarøkinum, ætlandi tekur móti fyrstu nøgdunum av salti seinast í mai, verður neyðugt at asfaltera koyrivegin, og neyðugt verður eisini at asfaltera [...] fyrr enn um ólavsøkutíð, men vit hava skilt, at klárt verður at taka ímóti fyrstu nøgdunum av salti um ein lítlan mánaða ella so. Borgarstjórin ásannar, at lendið við hesar virkisbygningar og vegur inn [...] heldur. Hann sigur, at kommunan hevur mett samlaðu skattainntøkurnar í ár til umleið 33 miljónir krónur, og soleiðis sum gongdin er í løtuni, fara tølini at halda. - Enn er tó ov tíðliga at siga nakað endaligt
Tað hevur ljóðað í nógvar vikur, at René Shaki Joensen í 2022 ikki fer at spæla við HB, og at hann fer at flyta til KÍ at spæla. Higartil í ár hevur hann verið 21 ferðir á HB liðnum, og tá ið hann einstakar [...] hevur verið við, hevur søgan fingið bein at ganga á, sum sigur, at tað er tí, at HB og hann ikki enn hava longt samstarvið eisini at fevna um 2022. Í morgin fer HB at spæla fyrru hálvfinaluna í kappingini [...] á vøllinum alla tíðina, og tá varð hann roknaður at vera ein av eyðsýndastu føroysku spælarunum. Tá gjørdu ísraelsku miðlarnir ikki so lítið burturúr, at René Shaki Joensen er hálvur ísraelsmaður, tí pápi