Í gjárkvøldið var fyrsti dysturin í 14. landskappingarumfarinum og í kvøld verður so tann næsti. Hesa ferð er tað Víkingur, sum á heimavøllinum í Sarpugerði tekur ímóti EB/Streymi. Liðini hava ávikavist 29 og 26 stig og jagstra B36, ið liggur omanfyri við 31 stigum.
– Okkara lið hevur klárað seg væl, men B36 hevur bara verið heilt framúr. Men vit fara við góðum treysti undir restina av kappingini og vóna, at tað fer at gangast líka væl, sigur venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, nú kappingin aftur fer í gongd.
– Bara fyri at kunna fylgja við, eru vit noyddir at fáa stig frá Víkingi, so tí ber til at siga, at næstu dystirnir hjá okkum allir eru sum ein finala, sigur venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham, sum umframt landskappingina eisini hevur steypafinaluna ímóti ÍF at hugsa um.
Av tí at Víkingur bara hevur tvey stig upp til B36 og EB/Streymur hevur fimm stig upp, er hetta ein dystur, hvørki liðið heldur seg hava ráð til at tapa. Neyvan er hugsandi, at nakað av liðunum ætlar at verja seg til stigini, so tí kann helst væntast ein álopskendur og møguliga eisini málríkur dystur.
Ólavsøkudystir
Eins og í fjør, eru ólavsøkudystirnir hjá B36 og HB ikki dystir, har einki stendur upp á spæl, men hinvegin í báðum førum landskappingardystir. Sum vanligt, skiftast liðini um at hava heimavøll ólavsøkuaftan, og hesa ferð er tað B36, ið spælir tá, og HB, ið spælir ólavsøkudag.
Dysturin hjá B36 verður klokkan 18 ímóti 07 Vestur, ið hevur staðið seg væl, hóast liðið er uppflytari. Kortini man lítið vera at ivast í, at B36, sum enn ongan landskappingardyst hevur tapt, er favorittur.
Ólavsøkudag klokkan 16 hevur HB so heimavøll ímóti NSÍ, og tað er kanska ein dystur, sum á pappírinum sær opnari út. Bæði liðini hava gjørt tað gott í sínum europeisku dystum, men meðan HB skal royna at vísa, at tað eisini ber til í heimligu kappingini, skal NSÍ royna at sleppa longur fram á stigatalvuni, tí í løtuni eru átta stig upp til oddasessin.
Fimti dysturin í 14. landskappingarumfari verður í Klaksvík, men er útsettur til í august, so stundir skuldu gevast at leggja nýtt graslíki á vøllin áðrenn. KÍ skal taka ímóti B71, og tann dysturin verður leygardagin 6. august klokkan 13.