Bilurin fillaður sundur

Rúsevnismál: Litaviski bilurin, sum kom til Føroya í november í fjør við nógvum fjaldum rúsevnum í, varð allur tikin sundur, tá ið politiið og tollarnir leitaðu eftir fleiri rúsevnum

Í nevningatinginum mikudagin greiddu fleiri vitni frá rannsakananini av bilinum, sum teir báðir ákærdu litavarnir komu í land í Føroyum við 9. november í fjør.
Tollararnir høvdu illgruna um, at rúsevni vóru í bilinum, men í fyrsta umfari funnu teir einki, og narkohundurin Fido gjørdi heldur ikki veruliga vart við seg.
Menninir fingu tí bilin útflýggjaðan, men politiið helt eyga við bæði monnum og bili, og 13. november slerdi politiið til.

Søgdu einki
Teir høvdu fingið innivist í Hotel Skansanum, og tá ið politiið kom og handtók teir og skuldsetti teir fyri at hava smuglað rúsevni, søgdu teir einki. Teir settu ikki so frægt sum ein spurning, greiddi ein politistur frá í rættinum.
Meðan politiið rannsakaði kamarið á Skansanum, var annar litavin hjá, tí hann dugdi enskt.
Hin maðurin varð beinanvegin fluttur i varðhaldið.
Og so varð farið at kanna bilin nærri, tí bæði tollvaldið og politiið vóru sannførd um, at rúsevni vóru onkrastaðni i bilinum.
Av tí at hugsanin var, at bilurin helst skuldi setast saman aftur, vórðu boð sett eftir bilkønum fólkum at vera við, soleiðis at alt kundi setast rætt saman aftur.

Her var okkurt
Fyrsta stigið var at taka leidningarnar úr akkumulatorinum. Tá varnaðist onkur, at ljós framvegis var í bilinum. Her ruggaði ikki alt rætt.
Teir royndu síðan at seta bilin í gongd, og væl bar til.
Frammi í motorrúminum sat nevniliga eitt minni battarí, sum gav bilinum streym.
Politiið tók so akkumulatorin, sum var í viðførisrúminum úr fyri at røntgenfotografera hann.
Bilmekanikarin segði, at arbeiðið við forbindingum í bilinum sá út til at vera ógvuliga prosessionelt gjørt. Hann hevði eisini varnast, at akkumulaturin var ov lættur. Teir fingu hendur á einum akkumulatori av sama slag. Tann vigaði 24 kilo, hin bara 15 kilo.
Allur bilurin varð systematiskt pilkaður sundur. Hvør skrúva tikin úr.
Bilurin varð so nógv pilkaður sundur, at hann ikki verður til bil aftur.
Elssløkkjarin og gassfløskan vórðu eisini skildar sundur.
Aðrastaðni í bilinum vórðu ikki fleiri rúsevni at finna, men teir funnu ymsar pappírslepar við adressum og telefonnummarum á.
Politiið fór síðan at kanna akkumulatorin nærri. Tá ið tey sóu okkurt hvítt í honum, varð hann tikin í serliga rúmið, sum politiið hevur til slíkar kanningar.
Í handskum og maskum fóru politistarnir til verka, og funnin vórðu ein rúgva av ecstasy-tablettum og plátur við tí sterka evninum methamfetamin. Vanliga innihaldið í akkumulatorinum varð tikið út, og rúsevnini koyrd í kassan.