Ikki leyst og liðugt enn

– At føroyskir svimjarar sleppa undan karantenu í eitt ár, um teir skulu við til OL, er bara fyrsta stigið á leiðini. Nú skulu vit fáa eina rammuavtalu um, hvussu farast skal víðari, sigur forsetin í ÍSF, Petur Elias Petersen

Svimjing: Í vikuni kunngjørdu ÍSF og Svimjisambandið, at fingin er av vegnum størsta forðingin fyri, at føroyskir svimjarar kunnu kappast í olympisku leikunum fyri Danmark, uttan at teir kortini missa rættin til at kappast fyri Føroyar í øllum øðrum altjóða kappingum.
Pál Joensen, sum í løtuni er einasti aktuelli føroyski svimjarin í hesum høpi, er fegin um, at karantenan er fingin av vegnum, tí fyri hann hevur tað alt at siga.
– At koma við til OL, er bara fyri kappingina skyld og ikki fyri at umboða nakran, sum í hesum føri Danmark. Eg eri føroyingur og vil helst av øllum umboða Føroyar, men tá tað ikki er ein realistiskur møguleiki júst nú, eri eg fegin um, at aðrir møguleikar eru. Men so vítt eg veit, er einki enn avtalað við danska svimjilandsliðið um hetta, sigur hann.
Tað vil siga, at skal tað vera til nakra nyttu, at størsta forðingin er av vegnum, so mugu dyrnar eisini latast upp fyri, at danskarar veruliga vilja hava ein føroying við. Og tað er ein samráðingarspurningur, sum arbeitt verður við í løtuni.

Fáa rammuavtalu
Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, væntar ikki, at tað verður nakrar trupulleiki at fáa formligu viðurskiftini upp á pláss, so Pál Joensen kann sleppa við til OL.
– Eg vil siga tað soleiðis, at tað skal vera løgið, um danska olympiska nevndin, sum nú hevur hjálpt okkum til eina loysn, ið altjóða svimjisambandið hevur góðkent, ikki eisini er sinnað at taka stigið víðari, so eitt nú Pál kann sleppa við til OL, um hann annars klárar kravtíðir og tað, sum skal til, sigur hann.
– Vit skulu nú tosa víðari um, hvussu vit fáa gjørt eina rammuavtalu millum føroysku og donsku olympisku nevndina. Tá hon er komin upp á pláss, er bara tað eftir, sum skal loysast millum sersambondini í Føroyum og Danmark, so semja fæst um, hvør leistur skal brúkast.
Gongd er í málinum, tí eitt umboð fyri donsku olympisku nevndina kemur til Føroya síðst í komandi mánaði, og tá vónar og væntar Petur Elias Petersen, at góði og positivi dialogurin kann halda fram, so semja skjótast gjørligt fæst um, hvussu praktiski parturin verður avgreiddur.