Føroyar koma undir størri trýst enn nakrantíð áður, tá ið Sea Shepherd við Paul Watson á odda kemur til Føroya komandi summar. Samstundis hevur ein annar umstríddur umhvørvisstríðismaður boðað frá, at hann arbeiðir við eini ætlan um at koma til Føroya næsta ár.
Ein týðandi partur av báðum ætlanunum eru sjónvarpsupptøkur, sum skulu vísa umheiminum grindadrápið og stríðið ímóti tí, og higartil hava tær myndirnar gjørt stórt inntrykk uttanlands.
Tað inntrykkið verður ikki minni, tá ið umhvørvisfelagsskapirnir sleppa at klippa sína egnu søgu við blóðugum hvalamyndum, seg sjálvum sum hetjum og senda søguna á stórum sjónvarpsrásum við nógvum hyggjarum.
Leggja sendarar út
Paul Watson hevur áður sagt í samrøðu við Sosialin, at hann umhugsar at koma til Føroya, og nú váttar hann sjálvur, at hann fer aftur at seta kós ímóti Føroyum.
- Vit gjørdu royndir í Føroyum í summar, og tær eydnaðust væl. So vit koma aftur til Føroya næsta ár, og eg ætli mær sjálvur við, sigur Paul Watson við Sosialin í dag.
- Okkara fremsta mál verður at ræða grindahvalirnar burtur við ljóðum frá serligum sendarum, sum vit fara at leggja kring Føroyar. Vit ætla at gera ein múr av ljóði kring Føroyar, so grindin ikki nærkast landi, sigur Paul Watson.
- Vónandi nýtist okkum ikki at leggja upp í sjálvt grindadrápið, tí óljóðið fer at ræða grindahvalirnar burtur, sigur hann.
Ræðist ikki føroyingar
Tað er meira enn eitt hálvt ár, til Sea Shepherd kemur til Føroya, og Paul Watson strúrir ikki fyri, at føroyskir og danskir myndugleikar fáa góða tíð til at fyrireika seg til stríðið komandi summar.
- Tað er líkamikið fyri okkum. Vit verða væntandi mest á sjónum og leggja út sendarar, sigur hann.
Og skuldi tað komið til samanbrestir, so fær tað ikki Paul Watson at liggja svøvnleysur.
- Eg havi verið í stríði við japanarar, russarar og normenn, og eg ræðist ikki føroysk løgreglufólk ella donsk hernaðarskip, sigur hann.
- Nú er tíðin komin at steðga ræðuleikunum í Føroyum með alla, sigur Paul Watson.
Sjónvarpsframleiðsla
Sea Shepherd hevur áður havt góðar royndir av sjónvarpsframleiðslu av japanskum delfindrápi. Filmurin The Cove er víðagitin, og nú skal líknandi filmur gerast um føroyska grindadrápið.
Sea Shepherd ætlar at hava upptøkufólk á landi, á sjónum, í luftini og undir kavi. Manningin, sum kemur til Føroya um eitt gott hálvt ár, fer at kalla seg “Shepherds of the Ferocious Isles”.