Kommersiel public service

Oddagrein

Álitið frá Fjølmiðlakommissjónini, sum í gjár varð handað landsstýriskvinnuni í mentamálum, gav ikki tað hol í sjógvin, sum vit í privatu miðlunum høvdu vónað.

Nógv áhugavert tilfar er at lesa í áltinum, sum í størstan mun viðger fígging av Kringvarpinum, heldur enn framtíðina hjá føroysku miðlunum sum heild. Stórur dentur verður lagdur á, hvussu Kringvarpið skal fíggjast við framhaldandi lýsingasølu fyri eyga.

Tá Helena Dam á Neystabø í februar setti kommissjónina, undraði tað okkum ikki sørt, at einki umboð fyri miðlavinnuna taldist millum limirnar – ella fólk, sum skilja støðuna, sum privatu miðlarnir eru í. Landsstýriskvinnan gjørdi greitt, at hon vildi hava eitt professiónelt og óheft álit...

Fyri okkum er tað eyðsýnt, at kommissjónin als ikki hevur skilt støðuna hjá privatu miðlunum. Nevndin kemur við einum sera akademiskum uppskoti um at drena lýsingarinntøkur umvegis Kringvarpið í ein miðlagrunn, sum Mentanargrunnurin kann umsita. Síðani kann hvør hanus og janus – eisini vit í Miðlahúsinum – søkja um stuðul til ávísa verkæltan. Kvotan hjá Kringvarpinum í hesum grunni verður 50 prosent, meðan bløðini skulu fáa 25 tilsamans.

Her loypur ketan av... Samstundis sum kommissjónin vísir á, hvussu stóran týdning lýsingarinntøkurnar hava fyri privatu miðlarnar, so mælir hon til, at somu miðlar nú skulu søkja um stuðul úr hesum miðlagrunni, heldur enn frælsir og fríir at selja lýsingar. Grundarlagið undir privatu miðlunum er søla – blaðsøla og lýsingarsøla. Kommissjónin tekur stórliga feil, um hon heldur, at hetta er framstig fyri privatu miðlarnar.

Nú er álitið frá hesi kommissjón ikki nakar endaligur dómur yvir føroysku miðlarnar. Men tað skal verða grundarlag undir framhaldandi politiskari viðgerð. Vit halda sjálvandi fast við okkara støðu, at greiðasta býtið var, at tað almenna lat privatu fjølmiðlarnar fáa frið at reka sítt virksemið á burðardyggum handilsligum grundarlag, meðan almenna public service kringvarpið varð fíggjað av tí almenna so ella so. Alternativið er, at privatu miðlarnir eisini skulu fíggjast umvegis skattin, men tá nærkast vit helst utopia.

At seta eitt ráð at viðgera, hvat bløðini skulu sleppa at skriva um – fyri soleiðis at sleppa fram at lýsingarpengum umvegis Mentanargrunnin, tað er í øllum førum púrasta burturvið. Spell at kommissjónin ikki sær størri virði í teimum privatu miðlafyritøkum, sum eru. Men kanska virðingin, tá alt kemur til alt, er størri millum tingfólk, sum eiga síðsta orðið. Tað vóna vit.