Fiskimenn við ella uttan Samtak

Til landsfundin í Føroya Fiskimannafelag í morgin skjóta tvær sóknir upp, at felagið tekur seg úr Samtaki. Uppskotsstillararnir meta, at áhugamálini hjá fiskimonnum og arbeiðsfólki á landi ikki altíð kunnu sameinast, og tí mæla teir til, at felagið tekur seg úr Samtaki

LANDSFUNDUR

Í morgin, týsdagin, 28. desember, heldur Føroya Fiskimannafelag sín árliga landsfund, sum í ár verður í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Tjarnadeild 7 í Havn.
Á landsfundinum, sum byrjar klokkan 10, fer felagsformaðurin, Jan Højgaard, at leggja fram ársfrágreiðing felagsins fyri árið 2010.
Framløga verður eisini av grannskoðaðum roknskapi, og val verður av grannskoðara.
Á skránni verður eisini ásetan av limagjaldi.

Innkomin mál
Seinasta, sum sambært skránni fyri landsfundin verður til viðgerðar á landsfundinum í morgin, er innkomin mál.
Freistin hjá sóknum at lata inn uppskot er úti tríggjar vikur fyri landsfundin, sum annars er hægsta vald felagsins.
Føroya Fiskimannafelag hevur ikki viljað upplýst, um mál eru komin til landsfundin.
Sosialurin hevur tó fingið at vita, at eitt mál er komið frá tveimum sóknum, sum leggur upp til, at Føroya Fiskimannafelag tekur seg úr samstarvinum við Samtak.
Í sínum grundgevingum vísa sóknirnar á, at fiskimenn og arbeiðsfólk á landi ikki altíð hava somu áhugamál, og tí meta sóknirnar, at felagið eigur at taka seg úr aftur Samtaki.
Áhugamálini, sum ikki sampakka, eru eitt nú, at Samtak ikki er fyri, at fiskiskip, sum veiða undir Føroyum, kunnu framleiða fiskin umborð.

Trupult at meta
Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag verður skipaður av sóknarformonnunum ella øðrum umboði fyri sóknirnar. Hvør sókn ella umboð fyri hvørja sókn hava eina atkvøðu í part á landsfundinum.
FF hevur eisini eina sjómannadeildin, sum hevur fundarrætt og atkvøðurætt í felags áhugamálum.
Felagsstjórnin, sum er felagsformaður og sýsluformenn, hava talu-og uppskotsrætt, men ikki atkvøðurætt.
Felagslimir hava rætt at møta á fundinum og hava talurætt.
Landsfundurin í Føroya Fiskimannafelag kann samtykkja at senda mál til atkvøðugreiðslu millum limirnar.
Torført er at meta um, hvørja lagnu eitt uppskot um, at FF tekur seg úr aftur Samtaki, kann fáa, men givið er, at spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer í einum slíkum máli, sum fyri ein part av stjórn og limum felagsins annars kann vera nokso prinsipielt – bæði fyri og ímóti.

Nýggjur sáttmáli
Eitt annað mál, sum ikki beinleiðis er á skránni, men sum ivaleyst verður viðgjørt á landsfundinum, er truplu sáttmálasamráðingarar, sum í løtuni eru millum fiskimenn og reiðarar.
Sum skilst, er langt millum partarnar, og tað gongur striltið at nærkast hvørjum øðrum.
Soleiðis, sum gongdin hevur verið í samráðingunum higartil, kann alt spyrjast burtur úr – eisini verkfall ella verkbann.