Almennur spurningur til TF-Holding og nýggju leiðsluna í EIK

Fyrst av øllum fari eg at ynskja tykkum í TF-Holding góða eydnu við nýggja leiklutinum sum høvuðseigari í EIK-banka.

Havi heft meg við, at bæði tá tit fyrstu ferð bjóðaðu tykkum fram at seta pening í Eik, og nú tit eru vorðin høvuðseigarar, hava legt dent á hetta: At tit vilja vera ein peningastovnur og eitt samtak, sum fyrs og fremst skal menna føroyska samfelagið, vinnulívið og førleikarnar í hesum landi.

Áður enn tit tóku við, fluttu føroysku peningastovnarnir allar sínar elektronisku skipanir av landinum og harvið allar upplýsingar og alt infrakervið fyri peningaviðurskiftini hjá øllum føroyskum borgarum.

Fýra ferðir síðani 2003 hava vit í Tjóðveldi lagt lógaruppskot fyri tingið, sum skal tryggja, at hetta grundleggjandi infrakervið, upplýsingarnir og førleikarnir at menna skipanirnar, kunnu framhaldandi byggjast í Føroyum. Hvørja ferð er uppskotið felt og peningastovnarnir hava arbeitt hart ímóti tí.

Nú vit aftur hava uppskot á tingi, sum á ein lagaligan hátt skjýtur upp, at peningastovnarnir fáa 3-5 ár at byggja upp og menna skipanirnar aftur í Føroyum, kunnu vit sláa fast:

At sjálv flytingin hevur kostað væl omanfyri 100 mió. kr.
Kostnaðurin hjá fyritøkum og peningastovnunum sjálvum í eyka arbeiðstímum av umleggingini og tøkniligum trupulleikum, er ikki upplýstur, men telur nógvar 10-tals milliónir.
Tað almenna skal brúka millum 25 og 50 mió. kr. at leggja sínar skipanir um til tess at skatta- og avgjaldsinnkrevjing skal rigga frameftir.
Og kostnaðurin, ið peningastovnarnir skulu rinda fyri at vera partur av Skandinavisk Data Central (SDC), er um 50 mió. kr. um árið.

Bara fyri hesar ovurstóru upphæddir, ið longu eru nýttar, kundu vit havt bygt upp og ment skipanir í Føroyum, ið høvdu kunnað verið kappingarførar og bjóðað tænastur fram bæði her og aðrastaðni. Og fyri 50 mió. um árið, ið vit nú sum bankakundar gjalda til at menna eina avoldaða skipan í Danmark, kundi ein føroysk KT-vinna ment týdningarmiklar førleikar.

Higartil hava vit við flytingini bert fingið:

Eina munandi verri tænasta til borgarar og vinnulív,
stórar eykarokningar til brúkaran, vinnuna og tað almenna;
niðurlaging av einum virkandi infrakervi, har tað frameftir verður munandi truplari og dýrari at sameina almennar og privatar skipanir;
skerdar møguleikar hjá føroyska samfelagnum at standa seg í kappingini um at draga fólk til sín, heldur enn at enda sum útjaðarasamfelag.

Spurningur min til TF-Holding og nýggju EIK-leiðsluna er tískil: Taka tit undir við, at vit næstu 3-5 árini fara at byggja skipanir upp aftur í Føroyum til elektroniska infrakervið hjá peningastovnunum, sum kann menna føroyskar førleikar og samfelagið alt?