Barnagarður er størsta einstaka fíggjarliga íløgan

- Í fíggjarætlanini hava vit mett skattainntøkurnar í ár at gerast umleið 33 miljónir krónur. Tveir teir fyrstu mánaðirnir vóru slakir, men síðan høvdu vit ein rættiliga góðan skattamánað í mars – og apríl royndist eisini heilt hampiligur, sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Símun Johannesen

TOFTIR

Símun Johannesen situr nú á øðrum skeiði sum borgarstjóri í Nes kommunu.
- Eg veit ikki ordiliga, hvat eg skal siga. Jú, mær dámar framvegis ógvuliga væl, og tað er ein spennandi uppgáva at standa sum fremsti persónur í eini slíkari kommunu sum okkara.
Nes kommuna hevur eins og flestu aðrar kommunur merkt, at fíggjarliga rásarúmið er vorðið nakað trengri, samstundis sum stórar íløgur nýliga seinnu árini eru gjørdar í eitt nú havnalag, eldrasambýli, skúla, ídnaðarøki, íbúðarøki – og nú í ár eisini í nýggjan barnagarð, sum verður bygdur á Svangaskarði.
- Barnagarðurin er nógv tann størsta einstaka íløgan hjá okkum í hesum fíggjarárinum, og vit kunnu næstan siga, at hann fer avstað við allari fíggjarorkuni í ár, viðgongur borgarstjórin.

Okkurt smávegis
Kortini eru nakrar krónur eftir, sum Nes kommuna noyðist at brúka á øðrum økjum, sum eisini krevja sítt.
- Vit noyðast eitt nú at betra um umstøðurnar við virkisbygningarnar, sum eru bygdir innan fyri Oyrarnar – á ídnaðarøkinum Inni við Rætt, eins og vit noyðast at betra um viðurskiftini, har bygningurin hjá byggivirkinum KBH stendur.
Símun Johannesen sigur, at nú saltgoymslan, sum MJ Saltsøla byggir á nýggja ídnaðarøkinum, ætlandi tekur móti fyrstu nøgdunum av salti seinast í mai, verður neyðugt at asfaltera koyrivegin, og neyðugt verður eisini at asfaltera við virkisbygningarnar á økinum.
- Eftir ætlan verður saltgoymslan ikki liðug fyrr enn um ólavsøkutíð, men vit hava skilt, at klárt verður at taka ímóti fyrstu nøgdunum av salti um ein lítlan mánaða ella so.
Borgarstjórin ásannar, at lendið við hesar virkisbygningar og vegur inn eftir er óslættur og má asfalterast skjótast gjørligt.

Mars sera góður
Símun Johannesen sigur, at skattainntøkurnar sviku í januar og februar, men mars mánaði eydnast sera væl, tá inntøkurnar gjørdu eitt rættiligt lop. Apríl eydnast eisini hampiliga væl, soleiðis at lagda fíggjarætlanin nú heldur.
Hann sigur, at kommunan hevur mett samlaðu skattainntøkurnar í ár til umleið 33 miljónir krónur, og soleiðis sum gongdin er í løtuni, fara tølini at halda.
- Enn er tó ov tíðliga at siga nakað endaligt, leggur borgarstjórin aftrat.

Fyrispurningar eru
Seinastu 15-20 árini eru rættiliga nógvir virkisbygningar bygdir á havnalagnum hjá Nes kommunu, og nú eru so eisini nakrir bygningar komnir upp at standa á nýggja ídnaðarøkinum.
- Vit fáa framvegis fyrispurningar um byggilendi til nýggj vinnuvirki, men í løtuni eru ongar heilt ítøkiligar ætlanir á pappírinum, sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Símun Johannesen.