brotsspark, sum førdi til, at Litava kom á odda 1-0, og eitt býtt fríspark førdi til, at Litava økti til 2-0. Eli Hentze hevur góðar vónir um, at hesin U21 árgangurin fer at avrika væl í teimum komandi [...] tinum. Eli Hentze heldur, at úrslitið ger føroyska liðnum órætt, og hann slær fast, at føroyska liðið stóð seg væl leikliga og avriksliga. Tó heldur U21 landsliðsvenjarin, at Litava var eina tonn betur [...] ngardystunum. Hann staðfestir, at Litava hevði spælt tveir venjingardystir, og hevði ein fyrimun í so máta. Men soleiðis eru treytirnar hjá føroyska U21 landsliðnum, at venjingardystir eru enn ikki partur
áður, løtuna fyri, at eg skuldi á ein pall til tað - at flyta fram eina røðu. Trupulleikin var, hóast man sjálvur hevur verið barn einaferð, at seta Merkið inn í ein samanhang soleiðis, at børn í ymsum aldrum [...] sum eg ætlaði at siga soleiðis, at tey kundu skilja tað. Hvat er so til ráða at taka? Kanska ein autobiografisk fiktión, har okkurt er satt og annað íspunnið. Í hvussu er tóktist tað, sum at tað festi í [...] í Runavík at halda eina røðu, eins og ivaleyst mangir borgarstjórar í landinum gjørdu hendan fagnaðardag. Men Torbjørn Jacobsen fekk eina heldur øðrvísi avbjóðing, enn hann vanliga plagar at fáa. Hann
og málið um at útflyta heilivág til Íslands. – Tað hevur stóran týdning fyri okkum føroyingar, at hesi málini verða endaliga loyst. Mín varhugi eftir fundin er, at vit eru á gáttini til at loysa apoteksmálið [...] íslendskur forsætisráðharri. Løgmansskrivstovan sigur í tíðindaskrivi, at løgmaður tók nøkur mál upp, sum fleiri landsstýri hava strongt á fyri at loysa. Millum málini, sum vórðu umrødd í Reykjavík, vóru avmarkingarnar [...] r, og bæði londini leggja nógv fyri fyri at tryggja sær so góð viðurskifti við Bretland sum tilber, nú bretar taka seg úr ES. Løgmaður nýtti eisini høvi til at bjóða Bjarna Benediktsson til Føroya á almenna
tekur nú dik á seg. Macron sigur, at um hann verður valdur, so vil hann leggja seg eftir at gera broytingar í ES. Hann sigur við bretska BBC, at tað er eingin ivi, at ES má broytast, men ikki avskaffast [...] skipan í ES ikki klárar at halda stýr á einum skiftandi heimi. - Tí mugu broytingar gerast í ES, so tað verður betur ført fyri uppgávuni. Eg vil tó ikki avskaffa ES. EI heldur at útskriva eina fólkaatkvøðu [...] fólkaatkvøðu um málið. Tað hevði verið at spælt við somu kortum sum Le Pen. Tað vil eg ikki, sigur Macron við BBC. Marine Le Pen ákærir Macron fyri at verða ein keðilig útgáva av tí sama politikki, sum er førdur
Tað var fyri áleið hálvum øðrum ári síðani, at aliringur varð lagdur á Hvalbiarfjørð og hetta er fyri at vita, um til ber at ala í Hvalba. - Vit eru ikki liðug at analysera tølini frá aliringinum, men ivaleyst [...] Hvalba slitið Víðari greiðir hann frá, at av tí, at aliringurin í Hvalba einans er ein tómur royndaraliringur, so eru fólk sjáldan úti á staðnum, og tí er skjótt, at okkurt rekur á ringin ella eitt hvørt [...] liggur hann í mølini í Nesi í Hvalba. Oddvald Olsen, deildarleiðari hjá Bakkafrost sigur, at beint nú er vónleyst at gera nakað við aliringin, tí veðrið er ov ringt. - Aliringurin verður tikin útaftur á fjørðin
ljóðar áheitan frá Team Rynkeby, sum fer at hava venjingarlegu sum lið í fyrireikingunum at súkkla til Paris í juli mánaði. – Endamálið við hesi venjingini er at royna at vera á súkkluni dag um dag í fleiri [...] okkum sjálvi er at fáa eina stóra uppliving í stuttligum felagsskapi, at koma í venjing og súkkla til Paris. Tað vit gera gott fyri onnur, er at savna pening til børnini. – Vit vóna, at tú ansar eftir okkum [...] Elduvíkar og enda í Tjørnuvík. Endamálið við Team Rynkeby er at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum. – Vit súkkla, tí at vit vilja gera okkurt gott fyri okkum sjálvi, samstundis sum vit
siga, at níggju av seinastu 10 árunum hevur vanligi vestanvindurin í Norðuratlantshavinum verið forðaður. Teir meta, at hetta er orsaka av at nøgdin av havísi í arktisku økjunum er so lág. Av tí at hon framvegis [...] Um tú ætlar tær at fáa eitt sindur av sól á títt bleika likam í summar, so er at leggja leiðina suðureftir sambært veðurstovunum. Líkt er til, at føroyska summarið verður kaldari og vátari enn vanligt [...] framvegis er lág, er sannlíkt, at vestanvindurin aftur í ár verður forðaður, siga veðurstovurnar. Tí vænta tær, at veðrið verður kaldari enn vanligt her í norðuratlantshavinum í juni, juli og august.
í annaðkvøld klokkan 18:00 at fyrra FM-finalan millum Kyndil og Neistan verður leikt í høllini á Hálsi. Undan dystinum vera bæði liðini mett at vera sera jøvn, og tí er ilt at peika á nakran favoritt undan [...] seinastu dystirnar til at roynt nøkur ting av. Harafturat var tað eisini umráðandi hjá okkum sálarliga at enda sum nummar eitt eftir landskappingina. Marjun Falkvard Danberg sigur, at tær í Neistanum ongar [...] Marjun Falkvard Danberg, sigur, at tær í Neistanum eru heilt klárar til fyrstu FM-finaluna í annaðkvøld. - Fyrireikingarnar til finaluna hava gingið væl. Vit hava havt góða tíð at fyrireika okkum í, og tí brúkt
Eftir at tuberklar næstan hava verið útruddaðir í Grønlandi, er sjúkan nú aftur byrjað at gera um seg. Tað, sum sambært grønlendsku heilsumyndugleikunum serliga er skelkandi, er, at talið av ungum, sum [...] sum verða rakt, er veksandi. - Tað ørkymlar, at so nógv ung eru vorðin smittað. Hetta merkir, at tað er ein aktiv smittuútbreiðsla í fólkinum. Hetta stendur at lesa í frágreiðingini ”National tuberkulos [...] Nanortalik og Paamiut. Útbreiðslan av tuberklum merkir, at smittan er vorðin ein landsumfevnandi trupulleiki í Grønlandi. Úr Grønlandi verður sagt, at umleið helvtin av fráboðaðu tilburðunum eru smittandi
harður tónleikur at hoyra. Kanningar vísa, at fólk sum eru í ljóði, sum er meira enn 120 db í meira enn tríggjar minuttir, kunnu rokna við at fáa varandi skaða í hoyrnina. Einki bendir á, at nakrar reglur [...] ætlanir eru um at gera eina lóg, sum avmarkar, hvussu harður, tónleikur á almennum støðum kann verða, bæði innandura og uttandura. – Dømi eru um, at fólk hava fingið varandi hoyriskaðar, eftir at tey hava verið [...] trupulleiki í okkara parti av heiminum. Serliga ungdómar eru í stórum vanda fyri at fáa hoyriskaða, millum annað tí at tey ganga við oyratelefonum har tey lurta eftir tónleiki úr fartelefonini. – Eisini