- Truplasta røðan nakrantíð

Torbjørn Jacobsen man hava hildið nógvar røður gjøgnum ár og dag. Men hendan var tann truplasta.

Torbjørn Jacobsen man hava hildið mangar dundurrøður gjøgnum ár og dag í sínum langa politiska yrki. Flaggdagin vórðu eisini boð eftir borgarstjóranum í Runavík at halda eina røðu, eins og ivaleyst mangir borgarstjórar í landinum gjørdu hendan fagnaðardag. 

 

 

Men Torbjørn Jacobsen fekk eina heldur øðrvísi avbjóðing, enn hann vanliga plagar at fáa. Hann skuldi nevniliga halda flaggdagsrøðu fyri børnum frá 2 til 12 ára aldur. 

 

 

- Havi ongantíð í lívinum verið so sperdur áður, løtuna fyri, at eg skuldi á ein pall til tað - at flyta fram eina røðu. Trupulleikin var, hóast man sjálvur hevur verið barn einaferð, at seta Merkið inn í ein samanhang soleiðis, at børn í ymsum aldrum frá 2 árum til 12 ára aldur kundu skilja tað, sum eg ætlaði at siga soleiðis, at tey kundu skilja tað. Hvat er so til ráða at taka? Kanska ein autobiografisk fiktión, har okkurt er satt og annað íspunnið. Í hvussu er tóktist tað, sum at tað festi í, í hvussu er vóru hesar ungu blómurnar so pinna stillar hesa løtuna, haldið vardi, skrivar Torbjørn Jacobsen á Facebook í dag.

 

 

Røðan, sum hann helt fyri hesum smáu, kann lesast við at trýsta her