Kalt og vátt summar í væntu

Altjóða veðurstovur vænta eitt kaldari summar enn vanligt í Norðuratlantshavi.

Um tú ætlar tær at fáa eitt sindur av sól á títt bleika likam í summar, so er at leggja leiðina suðureftir sambært veðurstovunum.

 

Líkt er til, at føroyska summarið verður kaldari og vátari enn vanligt. Tað siga forsøgnirnar hjá fleiri altjóða veðurstovum.

 

Veðurstovurnar siga, at níggju av seinastu 10 árunum hevur vanligi vestanvindurin í Norðuratlantshavinum verið forðaður. Teir meta, at hetta er orsaka av at nøgdin av havísi í arktisku økjunum er so lág. Av tí at hon framvegis er lág, er sannlíkt, at vestanvindurin aftur í ár verður forðaður, siga veðurstovurnar.

 

Tí vænta tær, at veðrið verður kaldari enn vanligt her í norðuratlantshavinum í juni, juli og august.

 

Samstundis, sum teir vænta eitt vátari og kaldari summar her norðuri, vænta teir eitt nógv heitari summar enn vant í suðurevropa. Turkur, hitabylgjur og vandi fyri skógareldum seta sín dám á veðurkortið fyri Spania, Italia og Balkan, meðan torusláttur, harðir stormar og áarføri eru væntandi í Frankaríki, Týsklandi og víðari eystur eftir í Evropa.

 

Ein kann so troysta seg við, at ilt er at spáa, serliga um framtíðina, og fáir profetar munnu taka feil so ofta, sum teir, sum spáa um veðrið.