Tað er í annaðkvøld klokkan 18:00 at fyrra FM-finalan millum Kyndil og Neistan verður leikt í høllini á Hálsi.
Undan dystinum vera bæði liðini mett at vera sera jøvn, og tí er ilt at peika á nakran favoritt undan dystinum.
Ein av profilunum á liðnum hjá Neistanum, Marjun Falkvard Danberg, sigur, at tær í Neistanum eru heilt klárar til fyrstu FM-finaluna í annaðkvøld.
- Fyrireikingarnar til finaluna hava gingið væl. Vit hava havt góða tíð at fyrireika okkum í, og tí brúkt teir seinastu dystirnar til at roynt nøkur ting av. Harafturat var tað eisini umráðandi hjá okkum sálarliga at enda sum nummar eitt eftir landskappingina.
Marjun Falkvard Danberg sigur, at tær í Neistanum ongar skaðar hava at dragast við til finaluna.
- Vit hava ongar skaðar í hópinum, og eru allar tøkar. So hópurin er sera væl fyri, og nú kemur endiliga dagurin, sum vit hava bíða eftir í eina tíð. Men eg ivist ikki í, at tær grønu hinumegin eisini eru sera spentar, sigur Marjun Falkvard Danberg at enda.
Seinasta kappingarár vunnu Marjun Falkvard Danberg og Neistin FM-heitið, tá tær vunnu FM-finalurnar móti Kyndli.