Tuberklar gera um seg í Grønlandi

- Tað ørkymlar, at so nógv ung eru vorðin smittað, siga grønlendskir heilsumyndugleikar.

Eftir at tuberklar næstan hava verið útruddaðir í Grønlandi, er sjúkan nú aftur byrjað at gera um seg.

 

Tað, sum sambært grønlendsku heilsumyndugleikunum serliga er skelkandi, er, at talið av ungum, sum verða rakt, er veksandi.

 

- Tað ørkymlar, at so nógv ung eru vorðin smittað. Hetta merkir, at tað er ein aktiv smittuútbreiðsla í fólkinum.

 

Hetta stendur at lesa í frágreiðingini ”National tuberkulose-strategi 2017-2021”, sum ymiskir partar innan grønlendsku heilsumyndgleikarnar hava skrivað.

 

Seinastu tølini í grønlendsku strategi-ætlanini vísa, at í 2015 vóru umleið 75 fráboðaðir tilburðir av tuberklum í Grønlandi.

 

Harðast raktir eru býirnir við eystur-og suðurstrond Grønlands, Qaqortoq, Narsaq, Nanortalik og Paamiut.

 

Útbreiðslan av tuberklum merkir, at smittan er vorðin ein landsumfevnandi trupulleiki í Grønlandi.

 

Úr Grønlandi verður sagt, at umleið helvtin av fráboðaðu tilburðunum eru smittandi, og tí er vandin fyri smittubreiðslu stórur.

 

Lagt verður aftrat, at talið av fráboðaðum tilburðum av tuberklum var størst í 2010, og at tølini í Grønlandi liggja á støði við tøl í fleiri menningarlondum.

 

Tað er grønlendska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag - sum ber hesi tíðini, og um heimasíðuna kann lesast meira um tuberklasjúku í Grønlandi.