TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum in.fo/Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá U21-landsliðnum, Eli Hentze fyri løtu síðani.
Føroyska U21 landsliðið tapti fyrr í dag 0-3 ímóti Litava á útivølli í tí fyrsta EM-undankappingardystinum. Eli Hentze heldur, at úrslitið ger føroyska liðnum órætt, og hann slær fast, at føroyska liðið stóð seg væl leikliga og avriksliga. Tó heldur U21 landsliðsvenjarin, at Litava var eina tonn betur enn tað føroyska liðið.
Men tíverri fyri føroyska liðið var tað eitt býtt brotsspark, sum førdi til, at Litava kom á odda 1-0, og eitt býtt fríspark førdi til, at Litava økti til 2-0.
Eli Hentze hevur góðar vónir um, at hesin U21 árgangurin fer at avrika væl í teimum komandi EM-undankappingardystunum. Hann staðfestir, at Litava hevði spælt tveir venjingardystir, og hevði ein fyrimun í so máta. Men soleiðis eru treytirnar hjá føroyska U21 landsliðnum, at venjingardystir eru enn ikki partur av fyrireikingini.
Um HM-undankappingardystin ímóti Sveis á Tórsvølli í annaðkvøld sigur Eli Hentze, at hann hevur góðar vónir um, at føroyska landsliðið kann fáa eitt gott úrslit.