Kjakið millum Emmanuel Macron og Marine Le Pen tekur nú dik á seg.
Macron sigur, at um hann verður valdur, so vil hann leggja seg eftir at gera broytingar í ES. Hann sigur við bretska BBC, at tað er eingin ivi, at ES má broytast, men ikki avskaffast. Alheimsgerð og ein skjótt skiftandi heimur krevur broytingar og reguleringar, sum verandi skipan í ES ikki klárar at halda stýr á einum skiftandi heimi.
- Tí mugu broytingar gerast í ES, so tað verður betur ført fyri uppgávuni. Eg vil tó ikki avskaffa ES. EI heldur at útskriva eina fólkaatkvøðu um málið. Tað hevði verið at spælt við somu kortum sum Le Pen. Tað vil eg ikki, sigur Macron við BBC.
Marine Le Pen ákærir Macron fyri at verða ein keðilig útgáva av tí sama politikki, sum er førdur í nógv ár.
- Hann er eitt framhald av Hollande (sitandi forseta). Hann ger ongar broytingar, men er bert áhugaður í valdinum.
Tað er sunnudagin 7. mai, at avgerðin fellur í franska forsetavalinum. Emmanuel Macron hevur alltíð verið frammandyri Le Pen í meiningarkanningunum. Munurin er framhaldandi góð 20%, so tað tykist ógvuliga ósannlík, at Le Pen hevur nakran møguleika at vinna.