Ansið eftir rynkeby-súkklarum

– Ansið eftir okkum á landsvegunum hetta vikuskiftið.

 

Soleiðis ljóðar áheitan frá Team Rynkeby, sum fer at hava venjingarlegu sum lið í fyrireikingunum at súkkla til Paris í juli mánaði.

 

– Endamálið við hesi venjingini er at royna at vera á súkkluni dag um dag í fleiri dagar á rað. Súkklararnir byrja í dag í Havn. Súkklað verður til Vestmannar, síðan til Gásadals, og so aftur til Sørvágs.

 

Leygardagin verður súkklað úr Sørvági til Saksunar, so til Selatræ, og so út á Toftir.

 

Sunnudagin fara súkklararnir av Toftum til Oyndarfjarðar, Elduvíkar og enda í Tjørnuvík.

 

Endamálið við Team Rynkeby er at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum.

 

– Vit súkkla, tí at vit vilja gera okkurt gott fyri okkum sjálvi, samstundis sum vit gera nakað gott fyri onnur. Tað vit gera gott fyri okkum sjálvi er at fáa eina stóra uppliving í stuttligum felagsskapi, at koma í venjing og súkkla til Paris. Tað vit gera gott fyri onnur, er at savna pening til børnini.

 

– Vit vóna, at tú ansar eftir okkum á vegnum. Vit koma náttúrliga at fylla á vegnum hesar dagarnar, skrivar Team Rynkeby í áheitanini.