Vil skrúva fyri tónleiki á almennum støðum

Á festivalum og konsertum er tónleikurin onkuntíð so harður, at tað er skaðiligt

Tað er ein heilsuligur trupulleiki, at tónleikur, sum verður spældur á almennum støðum, er ov harður.

 

Tað staðfestur Helgi Abrahamsen, sum hevur havt sæti á Løgtingi fyri Magna Laksáfoss.

 

Tí spyr hann nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um nakrar ætlanir eru um at gera eina lóg, sum avmarkar, hvussu harður, tónleikur á almennum støðum kann verða, bæði innandura og uttandura.

 

– Dømi eru um, at fólk hava fingið varandi hoyriskaðar, eftir at tey hava verið á almennum støðum, har harður tónleikur varð spældur, sigur Helgi Abrahamsen.

 

Hoyriskaðar er ein vaksandi trupulleiki í okkara parti av heiminum. Serliga ungdómar eru í stórum vanda fyri at fáa hoyriskaða, millum annað tí at tey ganga við oyratelefonum har tey lurta eftir tónleiki úr fartelefonini.

 

– Eisini á nógvum almennum støðum, bæði innandura og uttandura, er harður tónleikur at hoyra.

 

Kanningar vísa, at fólk sum eru í ljóði, sum er meira enn 120 db í meira enn tríggjar minuttir, kunnu rokna við at fáa varandi skaða í hoyrnina.

 

Einki bendir á, at nakrar reglur eru á hesum økinum í Føroyum, og tí verður hesin fyrispurningurin settur, fyri at varpa ljós á vaksandi trupulleikan, sigur Helgi Abrahamsen.