frá byrjan hesaferð. Hjá HB, sum nú sær møguleikan at vinna seg longur fram á stigatalvuni, eru allir mans tøkir. Einki leikbann er, og eingin er skaddur. Tí er sannlíkt, at HB-venjarin stillar við sama liði
leikbann, og spælandi venjarin Krzystof Popczynski er skaddur og verður neyvan við. Jón Gærdbo, sum spældi frá byrjan seinast, hevur verið burtur frá venjing alla vikuna. Møguleiki er hjá VB-venjaranum, at [...] men vit vilja so gjarna halda fram við góðu gongdini, sigur Krzystof Popczynski, spælandi venjari hjá VB. Runavíkingar, sum hava lítið at spæla fyri nú, stúra eitt sindur fyri at fara illveðurstúr til
síðani 1996, og tað hevur verið mett, at uppgávan fór at ver stór hjá B36 at fáa bilbukt við í Sarpisgerði. Tað verður neyvan ein løtt uppgáva hjá Tomislav Sivic og hansara monnum, men tað er nógv, sum bendir [...] Tað fer at eydnast hjá okkum at møta við ellivu spælarum, og vónandi verða onkrir av teimum, sum ikki hava fingið vant so nógv í vikuni við, men sjálvsagt kennist tað nógv meinari hjá okkum, tá fleiri eru [...] eru forðaðir at vera við, enn tað t.d. ger hjá B36, sum man vera tað felagið, ið hevur flest 1. deildarspælarar, sigur GÍ venjarin, Johan Nielsen. Ivi um liðformannin Í B36 gongur lívið sína vanligu gongd
vera, at hann fer at spæla fótbólt í Danmark, tá landskappingin heima á landi verður liðug. Felagið hjá Jákupi Mikkelsen, Herfølge, hevur í summar verið plágað av skaðum. Fleiri av miðverjunum hava verið [...] hildið eyguni við møguligum føroyskum spælarum, og tá teir á ólavsøku spældu ímóti HB, vóru bæði venjarin, John Faxe Jensen, og ítróttarligi stjórin, Kenneth Wegner, til staðar. Teir í Herfølge hava ein [...] danskar spælarar, og at Óli Johannesen uttan trupulleikar hevur megnað at spælt seg av 2. deildarliðnum hjá TB og inn í miðverjuna á superliguliðnum í AGF, hevur ivaleyst styrkt teir í Herfølge í metingini,
sum stuðulsspælari, vóru á sentrala miðvøllinum, har teir noyddust at arbeiða nógv. KÍ venjarin vildi toga spælið hjá sínum monnum langt út í borðini, og hetta eydnaðist sera væl. Jan Allan Müller, sum vann [...] stutt undan leikloki, og sum líktist nett fyrra málinum hjá KÍ. Álopsmaðurin kom til baklinjuna í høgru, og fyri eina ferð skyld var verjan hjá KÍ ikki nóg ansin, og tað takkaði Mortan úr Hørg fyri. Hetta [...] heilt týðuligt, at glaðu norðoyingarnir ? avbygdafólkini í Norðoyggjum eru minst líka stórir stuðlar hjá KÍ, sum klaksvíkingar eru tað ? roknaðu við, at nú ber tað næstan ikki til, at FM heitið skal kiksa
Lítla løtu seinni var tað venjarin hjá sumbingum, Milan Cimburovic, sum javnaði, tá hann spældi eitt-tvey við Gisla Sveinbjørnsson og slapp ígjøgnum. Spælandi venjarin hjá hvalbingum, Zoran Mancic, gjørdi [...] í Klaksvík, so fekk okkurt av liðunum, sum Skálamenn kappast við, stig í tí dystinum. Tí ráddi um hjá Skála at fáa stig burtur úr áðrenn seinasta og avgerandi dystin móti EB/Streymi. Tað gekk eisini væl
Danmark, var ikki greitt, um Todi Jónsson fór at vera á liðnum hjá FCK, men tað var ikki serliga sannlíkt, tí hesar síðstu vikurnar hevur venjarin, Kim Brink, havt Clement Clifford við síðuna av Davidi Nielsen [...] Hetta var ivaleyst síðsti dysturin hjá Pálli Guðlaugsson sum ábyrgdarmaður fyri liðnum á Ólafsfirði (vit hava fyrr sagt frá, at Páll komandi ár helst skal vera venjari hjá Akranesi). Vit skilja eisini á lagnum [...] áhugað í bæði Jens Martini Knudsen og Una Arge. Vónbrot Sunnudagin var ein kíli settur í hjá Sogndal, felagnum hjá Juliani Johnsson og Kurt Mørkøre, sum hevur havt so nógvan undanvind tær síðstu vikurnar
gamli venjarin hjá teimum, Ole Mørch, sá eitt sindur meiri illbrýntur út, enn John Faxe Jensen gjørdi. Skaðin Jákup Mikkelsen var í Herfølge málinum allar 90 minuttirnar, men tað stóð einki til hjá honum: [...] ella beint niðanfyri knæið, tá teir øktu til 2?0. Ein bóltur varð lagdur inn um verjuna hjá okkum, og liðformaðurin hjá teimum, sum eitur Peter Rasmussen, og eg brustu saman. Hann skoraði, men var so borin [...] meg, og tað var ikki meiri enn at eg fekk gingið yvir til bóltin, sum kom spakuliga ímóti mær. Men venjarin vildi hava meg at halda fram, og tíbetur var tað soleiðis síðstu løtuna, at eg hevði lítið at gera
líka nógv av mær. Tú hevur spælt við H71 samstundis sum pápi tín hevur verið venjari. Heldur tú at hetta ger tað torførari at vera ein partur av liðnum: Ikki so nógv hjá mær sjálvum. Heldur vil eg siga, at [...] á einum pizzaria í Hafnafirði, sum er ein partur av Reykjavík. Tað er eisin har at barndómsfelagið hjá mær í hondbólti, FH, heldur til. Ein skuldi trúð, at avbjóðingarnar í Íslendskum hondbólti eru nógv [...] mær. T.d. kann eg nevna, at tá pápi mín var 17 ára gamal, leikti hann við unglinga- og fyrsta liðnum hjá FH, umframt at hann leikti við unglingalandsliðnum. Tað sigur seg sjálvt, at skal man brúka tað tíðina
fyrr í kappingini. Hjá VB var illa statt við fólki hesaferð. Jón Pauli Olsen hevði leikbann, og tá tveir høvdu smáskaðar at stríðast við, vóru ikki nógvir eftir á liðnum. VB-venjarin stúrdi undan dystinum [...] mótstøðumannin. So var VB noytt at spæla við einum spælara færri enn NSÍ restina av tíðini. Spælandi venjarin hjá VB, Krzystof Popczynski, flutti seg sjálvan aftur á miðvøllin, og so var arbeiðssami Dan Djurhuus [...] upp til tað, sum krevst av 1. deildarspælarum, og tað kemst helst av, at strævna kappingarárið er av hjá NSÍ fleiri umfør áðrenn endan. Liðið liggur trygt í miðjuni, kann ikki náa longur fram, og verður neyvan