Í gjárkvøldið skuldi stórdystur vera í Brøndby, har nýklassikarin millum Brøndby og FCK var á skránni frammanfyri fullsettum stadion, og tað vil siga millum seytjan og átjan túsund áskoðarar.
Tá vit høvdu samband við Danmark, var ikki greitt, um Todi Jónsson fór at vera á liðnum hjá FCK, men tað var ikki serliga sannlíkt, tí hesar síðstu vikurnar hevur venjarin, Kim Brink, havt Clement Clifford við síðuna av Davidi Nielsen í álopinum.
Fyri Brøndby var tað týdningarmikið at vinna fyri at hanga í oddastríðnum, og fyri FCK var tað ikki minni týdningarmikið at vinna, tí harvið kundu teir sleppa burturúr botninum.
Hitt føroyska felagið í superliguni, AGF, var aftur í høvuðsstaðnum, og sum í steypadystinum móti Glostrup IF32, so hilnaðist tað aftur hesa ferð illa. Í Lyngby taptu teir 3?1, og tað var einki at siga til, at heimaliðið fór við øllum stigunum.
At AGF tapti hevði við sær, at teir framvegis liggja tungt í botnstríðnum, tí OB, sum higartil hevur verið niðast, vann 1?0.
Í toppinum fingu AB og Herfølge eitt stig í part, og tá Viborg samstundis vann 2?1 í Esbjerg hevði tað við sær, at Viborg stakk seg inn ímillum AB og Herfølge, sum nú er á triðja plássi.
Altjóða atgongumerki
Í Íslandi var tað longu undan vikuskiftinum greitt, at KR hevði vunnið meistaraskapin, og harvið skal reykjavíkarfelagið, sum endaði á 45 stigum, umboða Ísland í europeisku meistarakappingini.
ÍBV hevði vitjan av Akranesi. Heimaliðið vann 2?0, og harvið endaðu teir á øðrum plássi. Leifturs menn vóru á útivølli móti Breiðabliki. Har endaði tað málleyst, og Leiftur fekk 26 stig, sum var nóg mikið til triðja plássið og harvið altjóða luttøku í UEFA Cup.
Hetta var ivaleyst síðsti dysturin hjá Pálli Guðlaugsson sum ábyrgdarmaður fyri liðnum á Ólafsfirði (vit hava fyrr sagt frá, at Páll komandi ár helst skal vera venjari hjá Akranesi). Vit skilja eisini á lagnum, at tað er rættuliga óvist, at Uni Arge og Jens Martin Knudsen aftur fara til Ólafsfirðar at spæla fótbólt.
Allir føroyingarnir í Landssimadeildini koma heim í hesi vikuni. Allan Mørkøre skal komandi ár aftur spæla við ÍBV, og tað kann væl vera, at hinir báðir eisini fara til Íslands at spæla, tí tað sigst at fleiri feløg eru áhugað í bæði Jens Martini Knudsen og Una Arge.
Vónbrot
Sunnudagin var ein kíli settur í hjá Sogndal, felagnum hjá Juliani Johnsson og Kurt Mørkøre, sum hevur havt so nógvan undanvind tær síðstu vikurnar.
Sogndal var á útivølli móti Raufoss, sum er felagið, ið John Petersen fyrr í summar var tætt við at gera sáttmála við, og heimaliðið vann 3?2, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 1?1. Okkum eydnaðist ikki í gjár at fáa uppspurt, um Kurt Mørkøre, sum varð skiftur út, tá tíggju minuttir vóru eftir, skoraði. Julian Johnsson varð mettur at vera millum teir stinnastu á útiliðnum.
Tapið hevði við sær, at Sogndal datt niður á fjórða plássið á støðutalvuni. Enn verður kortini mett, at teir í hvussu so er hava møguleika fyri at røkka triðja plássinum, sum ber rætt til tveir kvalifikatiónsdystir um eitt pláss í bestu deildini við sær.









