Av misgáum lá hendan greinin eftir í gjár. Hon skuldi sjálvsagt standa á ítróttarsíðunum saman við øllum hinum dystarfrásagnunum, men lá tíverri eftir. Vit biðja lesarar okkara umbera okkum.
1. deild menn:
VB-NSÍ 2-0 (1-0)
Hóast teir spældu meginpartin av dystinum við 10 monumm, kláraðu vágbingar at stríða seg til sigurin móti einum heldur ráðaleysum NSÍ-liði, sum tykist verða farið í vetrarfrí.
Fleiri av NSÍ-spælarunum spæla her móti endanum av kappingini ikki upp til tað, sum krevst av 1. deildarspælarum, og tað kemst helst av, at strævna kappingarárið er av hjá NSÍ fleiri umfør áðrenn endan. Liðið liggur trygt í miðjuni, kann ikki náa longur fram, og verður neyvan tikið av nøkrum liði aftanfyri. Hetta er ein støða, sum teir í NSÍ hava roynt áður, og tað sást eisini aftur, at summir spælarar ikki spæla so væl, sum teir gjørdu fyrr í kappingini.
Hjá VB var illa statt við fólki hesaferð. Jón Pauli Olsen hevði leikbann, og tá tveir høvdu smáskaðar at stríðast við, vóru ikki nógvir eftir á liðnum. VB-venjarin stúrdi undan dystinum fyri uppgávuni, tí tunni hópurin hjá honum var so illa fyri, og tað gjørdist ikki betur, tá verjuspælarin Janus Kjærbo í seinastu venjingini fyri dystin meiddi seg so illa, at hann ikki fekst spælt sunnudagin.
Krzystof Popczynski og Jón Gærdbo høvdu skaðar at stríðast við, men báðir kendu seg noyddar at spæla allar 90 minuttirnar hesaferð.
Føðingardagsbarnið skoraði ? sjálvmál
Uppgávan hjá VB gjørdist ikki minni, tá teir fingu ein av sínum vanliga bestu spælarum útvístan longu eftir fimm minuttir. VB var á veg í mótálop, og samanbrestur millum ein NSÍ?ara og Milan Kuljic endaði við, at dómarin tveitti VB?aran av vøllinum, tí hann helt, at hann hevði sligið mótstøðumannin.
So var VB noytt at spæla við einum spælara færri enn NSÍ restina av tíðini. Spælandi venjarin hjá VB, Krzystof Popczynski, flutti seg sjálvan aftur á miðvøllin, og so var arbeiðssami Dan Djurhuus einsamallur á toppinum, tað sum eftir var av tíðini.
VB-taktikkurin var eyðsýndur restina av tíðini. Teir lógu afturi á vøllinum og vardu og dúvaðu so uppá, at ein mótálop kundi hava eitt mál við sær.
Men teir fingu eina leiðslu at verja longu tá 10 minuttir vóru farnir. Magni Jacobsen legði inn fyri úr vinstru síðu og føðingardagsbarnið á NSÍ-liðnum setti høvdið á bóltin, og so streyk leðurkúlan í egið mál. Jónstein Petersen, sum var viðaftur eftir leikbann, kundi so halda um høvdið, men tað var lítið at gera við óhepnu støðuna.
Brotsspark avgjørdi
Málið hjá VB gjørdi býtið av uppgávunum í dystin enn meira greiðar. VB vardi við øllum sínum fólki, og NSÍ hevði bóltin nógv, royndi at spæla uttan um vælmannaðu verjuna og so at gera mál. Men tað var langt ímillum møguleikarnar hjá runavíkingum, og langar løtur tóktist spælið verða heldur tannleyst.
Mortan Hansen var við NSÍ-álopinum saman við Ian Højgaard, og í síðunum skuldu Brynjálvur Nielsen og Eddie Mikkelsen royna at bróta ígjøgnum. Helgi L. Petersen, sum vanliga kann skapa nakað fram eftir vøllinum, hevði leikbann.
Gav NSÍ-spælið einki mál, so var øðrvísi hjá vágbingum, tí í seinna hálvleiki fingu teir brotsspark í støðu, sum runavíkingar hildu als ikki skuldi havt slíkan dóm við sær. Dan Djurhuus gjørdist leysur við málverjanum, skuldi fara fram við honum, men endaði við at fara um koll. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og nyttaði tað lítið, at gestirnir vóru illa nøgdir við dómin.
Úr 11 metrum sendi Popczynski bóltin í málið hjá NSÍ. 2-0 til heimaliðið og restina av tíðini kláraðu teir eisini at halda tætt.
Runavíkingr noyddust vónbrotnir norður um Suðuroyarfjørð aftur, og teir skulu brúka vikuna til at manna seg upp til enn ein Suðuroyartúr næsta vikuskiftið. Tá gongur leiðin til Sumba.
VB: Bjarni Johansen ? Palli Augustinussen, Magni Jacobsen, Eyðun Jacobsen, Mikael í Lágabø, Petur Óli Samuelsen ? Tórur Holm, Jón Gærdbo, Milan Kuljic ? Dan Djurhuus, Krzystof Popzcynski
NSÍ: Dejan Milanovic ? Dánjal Hansen, Kári Sigvardsen, Sjúrður Jacobsen, Jónstein Petersen ? Brynjálvur Nielsen, Kári Hansen, Arnfinn Langgaard, Eddie Mikkelsen ? Mortan Hansen, Ian Højgaard