VB manglar fólk

Fótbóltur: VB-venjarin hevur neyvan fleiri enn 12 mans tøkar til dystin í morgin

Tunni VB-hópurin skal standa sína roynd í dystinum móti NSÍ í morgin.

Álopsspælarin Jón Pauli Olsen hevur leikbann, og spælandi venjarin Krzystof Popczynski er skaddur og verður neyvan við.

Jón Gærdbo, sum spældi frá byrjan seinast, hevur verið burtur frá venjing alla vikuna.

Møguleiki er hjá VB-venjaranum, at taka onkran av 3. deildarliðnum við til dystin, men tað metir Popzcynski ikki verða sannlíkt. Tí verða tað møguliga bert 12 VB?arar til dystin í morgin.

? Eg óttist eitt sindur fyri dystinum, tí vit hava trupulleikar hesaferð, men vit vilja so gjarna halda fram við góðu gongdini, sigur Krzystof Popczynski, spælandi venjari hjá VB.

Runavíkingar, sum hava lítið at spæla fyri nú, stúra eitt sindur fyri at fara illveðurstúr til Suðuroyar, men tað verður helst teirra lutur hesaferð.

Helgi L. Petersen er leikbannaður, meðan Jónstein Petersen verður við eftir leikbann aftur. Álopsspælarin Mortan Hansen verður helst tikin av 2. deildarliðnum og við til dystin.