Fuglfirðingar klára vanliga ikki at gera nakað við HB í Gundadali. Tað vísa hagtølini, sum siga, at gongst sum vanligt, vinnur HB tryggan sigur.
Men fuglfirðingar, sum eru svangir eftir stigum, ætla sær at gera sítt besta. Teir hava allar menn tøkar. Abraham Hansen, sum hevur høgan fótbóltsaldur, brúkar nógva tíð at koma fyri seg eftir dystirnar nú, men hann verður klárur í morgin. Ken Bærendsen hevur vant aftur, meðan Eyðun Samuelsen ikki verður viðaftur í ár.
Robert Ciezlevicz byrjaði á beinkinum seinast, men tað kom ferð í, tá hann kom á vøllin, og helst verður hann við frá byrjan hesaferð.
Hjá HB, sum nú sær møguleikan at vinna seg longur fram á stigatalvuni, eru allir mans tøkir. Einki leikbann er, og eingin er skaddur. Tí er sannlíkt, at HB-venjarin stillar við sama liði hesaferð, sum vann á B36 seinast.