Royn vendi alt á høvdið

Fótbóltur: Hvalbingar vóru aftanfyri 2-0, men vunnu kortini

2. deild menn:

Skála-Royn 2-3 (2-0)


Eftir at Skálamenn høvdu verið á odda 2-0 í hálvleikinum vendi alt upp og niður eftir lítlari løtu í seinna hálvleiki.

Tá Royn minkaði um munin til 2-1, tá ein góður tími var spældur, gingu tað bert sjey minuttir, so var útiliðið alt í einum frammanfyri 3-2.

Skálamenn høvdu harðliga brúk fyri stigum, tí uttan mun til hvør vann botndystin í Klaksvík, so fekk okkurt av liðunum, sum Skálamenn kappast við, stig í tí dystinum. Tí ráddi um hjá Skála at fáa stig burtur úr áðrenn seinasta og avgerandi dystin móti EB/Streymi.

Tað gekk eisini væl í fyrra hálvleiki, tí tað var lítið um gestirnar. Vertirnir høvdu greiða yvirvág, og tað var eisini fult uppiborið, at teir fóru til hálvleik við tvey máls leiðslu.

Ta leiðsluna fingu teir, tá fyrst Jón Pálmi Petursson, og síðani Kaysten Rasmussen skoraðu. Seinni málið var skorað við brotssparki, sum hvalbingar ikki hildu verða rætt dømt.

Men so var tað, at alt vendi á høvdinum í seinna hálvleiki. Hvalbingar vóru nógv meira ágangandi, og teir trýstu heimaliðið aftur á vøllin.

Njálur Niclassen minkaði við brotssparki, sum var gjørt móti honum. Lítla løtu seinni var tað venjarin hjá sumbingum, Milan Cimburovic, sum javnaði, tá hann spældi eitt-tvey við Gisla Sveinbjørnsson og slapp ígjøgnum.

Spælandi venjarin hjá hvalbingum, Zoran Mancic, gjørdi sigursmálið, tá knappir 20 minuttir restaðu av dystinum. Hann fekk fatur á bóltinum miðskeiðis á vøllinum, dróg eitt sindur, snýtti ein, og skoraði síðani við einum góðum skoti úti frá.

Restina av dystinum hevði Royn tamarhald á støðuni. Tað var sum um heimaliðið ongantíð rættiliga kom fyri seg í seinna hálvleiki, og seinastu 20 minuttirnar av dystinum lá tað í luftini, at Royn heldur fór at økja, enn at heimaliðið fór at javna.

Skála fekk einki stig burtur úr dystinum, og tá EB/Streymur vann í Klaksvík, duttu Skálamenn aftur á aftasta pláss. Haðani skulu teir komandi leygardag royna at sleppa sær burtur, og tað skulu teir gera við einum sigri á EB/Streymi. Sundalagsmenn kunnu ikki kenna seg tryggar hóast góða sigurin í Klaksvík, tí um teir tapa og KÍ vinnur, so sita teir alt í einum við svartaperi.

So er spenningurin í oddinum farin, er tað framvegis nógv eftir at spæla um í botninum.