1. deild menn:
KÍ-Sumba 2-1 (1-0)
Har var nógv fólk, lagið var gott, og sum 2. hálvleikur leið, so breiddi kenslan seg av, at FM heitið kom alt tættari undir borðið. Áhugin fyri úrvarpslurtunum var minst líka stórur, sum hann var fyri tí, ið gekk fyri seg inni á vøllinum, og tá útvarpsmaðurin hevði boðað frá síðsta bríkslinum í Sarpigerði, var tað heilt týðuligt, at glaðu norðoyingarnir ? avbygdafólkini í Norðoyggjum eru minst líka stórir stuðlar hjá KÍ, sum klaksvíkingar eru tað ? roknaðu við, at nú ber tað næstan ikki til, at FM heitið skal kiksa.
Stór breidd
Sumbingar vístu enn eina ferð, at teir hava eitt lið, sum megnar sín spælistíl, og sum í løtuni ivaleyst er nóg gott at halda fram í bestu deildini, men teir fingu einki stig.
Hesa ferð hevði Tony Paris at spæla 3?4?3. Ivaleyst var tað úr frá metingini, at sumbingar fóru bara at spæla við einum manni frammi. Pólverjarnir báðir vóru í miðverjuni frammanfyri Jan Andreasen, men Marek slapp ikki so nógv fram á miðvøllin, sum tað kanska varð roknað við, at hann skuldi sleppa, um sumbingar bara høvdu spælt við einum manni frammi. Tað gjørdu teir ikki, tí Veljkovic og René Thomsen vóru fyri tað mesta frammi, meðan Jan Poulsen, Eirikur Joensen og so Mortan úr Hørg, sum gerst alt meiri eyðsýndur sum stuðulsspælari, vóru á sentrala miðvøllinum, har teir noyddust at arbeiða nógv.
KÍ venjarin vildi toga spælið hjá sínum monnum langt út í borðini, og hetta eydnaðist sera væl. Jan Allan Müller, sum vann nógvar luftbóltar, men annars var týðuliga merktur av, at hann hevði skaða at dragast við, var saman við Heðini á Lakjuni frammi undir Rógva Jacobsen, meðan Harley Bertholdsen og Jan Joensen høvdu sentrala miðvallaródnirnar.
Leikluturin hjá øllum hesum var at stýra spælinum út í borðini, har Arnold Joensen og serliga stórspælandi John Ryan vóru gjøgnumbrotssterkir. Diagonalbóltarnir riggaðu ofta væl, og ferð eftir ferð komu Arnold og John til baklinjuna, men trupulleikin hesa ferð var, at innleggini vóru ikki so neyv, sum tey onkuntíð hava verið.
Fleiri møguleikar
Sumbingar høvdu ikki nógvar málmøguleikar. Teir høvdu nógv álop, men tey vóru oftast steðgaði, áðrenn KÍ málverjin slapp at royna seg.
Í 1. hálvleiki var um reppið, at Sumba fekk mál uppá fríspark, sum í hálvhøgari hædd varð skotið úr vinstru og inn í trunkan undir málinum. Eingin fekk fatur á, og hevði Stephen Boyle í KÍ málinum ikki verið so knappur, so høvdu tað verið sumbingar, sum komu á odda.
Jan Allan Müller og Rógvi Jacobsen høvdu hvør sín stútara, sum ikki var nóg neyvur, og bestu KÍ møguleikarnar í 1. hálvleiki hevði John Ryan, tá hann tvær ferðir breyt ígjøgnum í vinstru, men Fróði Mortensen, sum stóð seg sera væl inni á strikuni, bjargaði báðu ferðirnar.
Heimaliðið setti hol á, tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra umfarinum. Enn ein ferð var tað John Ryan, sum setti ferð á í vinstru, sneiddi fleiri av, sendi diagonalt í hitt borðið til Arnold Joensen, ið sneiddi ein av og síðani av baklinjuni sendi út frá til Rógva Jacobsen, sum úr fimm metrum stýrdi í kassan.
Javnt seinna umfar
Úrtøkan eftir steðgin var 1?1, men sigurin hjá KÍ kom ongantíð í vanda, tí hetta umfarið var KÍ leikliga meiri omaná, enn teir høvdu verið í fyrra umfarinum.
Heðin á Lakjuni, sum fekk eitt gult kort og slapp væl við ikki at fáa eitt afturat, áðrenn hann varð útskiftur, kom leysur mitt fyri, men Sumba málverjin bjargaði, og Marek Wierzbicki økti til 2?0, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Skotið úr 25 metrum tóktist ikki serliga vandamikið, men, tíverri fyri sumbingar, smoygdi bólturin sær undir málverjanum og inn um strikuna, og so var avgjørt, at stigini skuldu vera í Klaksvík.
Birgir Jørgensen, sum var komin á vøllin í 2. hálvleiki, átti uppspæli til málið, sum sumbingar fingu stutt undan leikloki, og sum líktist nett fyrra málinum hjá KÍ. Álopsmaðurin kom til baklinjuna í høgru, og fyri eina ferð skyld var verjan hjá KÍ ikki nóg ansin, og tað takkaði Mortan úr Hørg fyri.
Hetta kløkkaði KÍ fólk á og kring vøllin, men tá fyri KÍ góðu tíðindini frættust úr Gøtu, varð alt gloymt um málið hjá sumbingum, hugsanirnar eru nú vendar móti B36 og Gundadali, og fótbóltstosið er øgiligt millum Háfjall, Halgafelli, Klakkin og Kjølin.
KÍ: Stephen Boyle ? Andrzey Pacek, Jan Andreasen, Marek Wierzbicki ? Arnold Joensen, Harley Bertholdsen, Jan Joensen, John Ryan ? Jan Allan Müller, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni
Sumba: Fróði Mortensen ? Trygvi Nielsen, D. J. Joensen, Páll Magnar Kjærbæk, Bergur Winther, Peter Jørgensen ? Mortan úr Hørg, Jan Poulsen, Eirikur Joensen ? Nebosja Veljkovic, René Thomsen