Annar hvør gøtumaður er skaddur

Fótbóltur: Sannlíkið er lítið fyri, at væl mannaðu B36 menninir fara at fáa ta mótstøðuna, sum teir hava roknað við at fáa

Um vit rokna út frá støðutalvuni, so er einki at ivast í, at mest spennandi dysturin hetta vikuskiftið er tann í Gøtu, har B36, sum er næsti kappingarneytin hjá oddafiskunum úr Klaksvík, skal stríðast fyri at fáa øll stigini suður aftur við til Havnar, so talan kann gerast um eina orduliga finalu í Gundadali annan sunnudag.

Gøtumenn hava á pappírinum framvegis møguleikan at vinna FM heitið, sum teir hava longst eftir síðani 1996, og tað hevur verið mett, at uppgávan fór at ver stór hjá B36 at fáa bilbukt við í Sarpisgerði.

Tað verður neyvan ein løtt uppgáva hjá Tomislav Sivic og hansara monnum, men tað er nógv, sum bendir á, at GÍ liðið ikki fer at vera so væl mannað, sum gøtumenn sjálvir fegnir høvdu viljað, at tað var.


Fimm til venjing

Pauli Jarnskor var leikbannaður í Sumba, og hann er tøkur aftur, men tað eru so nógvir aðrir, sum eru sera ivasamir.

Bartal Eliasen noyddist tíðliga út í Sumba, tí hann hevði koykt fótin illa. Hann hevur ikki vant í vikuni, men hann hevur fingið viðgerð. Tá vit frættu úr Gøtu var lítið sannlíkt, at hann verður við í morgin. Alvi Justinussen loysti Bartal av í miðverjuni í Sumba, men hann hevur ikki verið til venjing í vikuni, og tað eru tað fleiri aðrir, sum heldur ikki hava verið:

Poul Ennigarð hevur verið sjúkur, Alexander Radosavlovic hevur verið skaddur, og Henning Jarnskor hevur eisini verið skaddur. Hann hevur havt trupulleikar av einari tá.

? Vit hava havt fjúrtan spælarar í 1. deildar hópinum, og hóskvøldið vóru fimm til venjing. Tað fer at eydnast hjá okkum at møta við ellivu spælarum, og vónandi verða onkrir av teimum, sum ikki hava fingið vant so nógv í vikuni við, men sjálvsagt kennist tað nógv meinari hjá okkum, tá fleiri eru forðaðir at vera við, enn tað t.d. ger hjá B36, sum man vera tað felagið, ið hevur flest 1. deildarspælarar, sigur GÍ venjarin, Johan Nielsen.


Ivi um liðformannin

Í B36 gongur lívið sína vanligu gongd. Teir hava í vikuni roynt sinniliga at koma fyri seg aftur, eftir vónbrotið, sum tað var at tapa móti HB. B36 hevur nógv fólk, og eingir spælarar hjá teimum eru leikbannaðir.

Liðformaðurin, Jens Kristian Hansen, noyddist at fara av vøllinum, tá teir spældu móti HB. Trupulleikin við rivjabeinunum, sum hevur plágað fyrr í summar, gjørdi aftur vart við seg. Tá vit frættu frá B36, var tað ikki vist, um hann fer at spæla í morgin. Jens Kristian hevur ikki vant í vikuni, men skuldi royna í gjárkvøldið.

? Vit rokna við, at KÍ vinnur móti sumbingum, og um vit framvegis skulu hava avgerðina um, hvar FM heitið skal enda, í okkara hondum, so er tað bara ein sigur, sum telur í morgin, ásanna teir í B36, sum fyrr í summar vunnu ikki minni enn 4?0, tá GÍ var i Gundadali.