Um vit síggja upp á úrtøkuna, so hilnaðist tað væl, tá Herfølge var í Gladsaxe og spældi móti oddaliðnum, AB. Hóast Herfølge miðskeiðis í 1. hálvleiki var aftanfyri 2?0, so eydnaðist tað teimum í 2. hálvleiki so at siga at yvirtaka spælið, og tríggjar minuttir undan leikloki eydnaðist tað teimum at fáa mál burturúr stóra trýstinum, sum teir høvdu lagt á heimaliðið, og harvið var úrslitið 2?2, og tað vóru teir í Herfølge væl nøgdir við, meðan gamli venjarin hjá teimum, Ole Mørch, sá eitt sindur meiri illbrýntur út, enn John Faxe Jensen gjørdi.
Skaðin
Jákup Mikkelsen var í Herfølge málinum allar 90 minuttirnar, men tað stóð einki til hjá honum:
? Eg fekk ein skaða ovarlaga í skinnabeininum ella beint niðanfyri knæið, tá teir øktu til 2?0. Ein bóltur varð lagdur inn um verjuna hjá okkum, og liðformaðurin hjá teimum, sum eitur Peter Rasmussen, og eg brustu saman. Hann skoraði, men var so borin av vøllinum, tí hann var skaddur.
Soleiðis greiðir Jákup Mikkelsen okkum frá, og hann letur illa at pínuni fram móti dystarenda:
? Í steðginum fekk eg tvær panodil, og tað hjálpti væl eina løtu, men miðskeiðis í 2. hálvleiki bað eg um at verða skiftur út, tí eg fekk ikki kasta meg, og tað var ikki meiri enn at eg fekk gingið yvir til bóltin, sum kom spakuliga ímóti mær. Men venjarin vildi hava meg at halda fram, og tíbetur var tað soleiðis síðstu løtuna, at eg hevði lítið at gera, tí tað vóru okkara menn, sum løgdu trýst á.
Vónar ikki at nakað er brotið
Tá vit tosaðu við Jákup Mikkelsen í gjár, hevði hann ikki verið hjá læknanum. Tað skuldi hann í sambandi við venjingina seint seinnapartin í gjár.
? Aftaná dystin helt læknin, at tað var møguleiki fyri, at aftara krossbandið var skamfílað, at ein flís var farin av skinnabeininum, og at eitt liðband var toygnað. Í dag kennist pínan ikki so hervilig, sum hon gjørdi í gjár, og eg vóni ikki, at nakað er brotið, men tað fái eg at vita seinni í dag, var boðskapurin frá einum harmum landsliðsmálverja.
Framtíðin
Í gjár bar tað ikki til hjá landsliðsmálverjanum, sum ongan dystin misti í fjør, men sum hevur verið eitt sindur burturfrá síðani summarsteðgin, tí hann varð skaddur á ólavsøku, at siga nakað um, um hann verður tøkur sunnudagin, ella um beinskaðin fer at bera við sær, at hann m.a. verður noyddur at geva avboð til landsdystin í Kekkia, sum verður um knappar tríggjar vikur.
Tað hevur leingi gingið sum rótasúpan í Klaksvík, at Jákup Mikkelsen hevur verið og skal til Leeds at royndarvenja, men hesi tíðindini munnu vera komin frá øðum enn málverjanum sjálvum, tí hann vil ongar viðmerkingar gera.
Tað er kortini eingin loyna ? og tað hevur ítróttarligi stjórin í Herfølge, Kenneth Wegner, fyrr sagt í Ítróttarsosialinum ? at teir í Herfølge eru sinnaðir at selja Jákup Mikkelsen, meðan teir framvegis kunnu krevja pengar fyri hann. 1. juli komandi ár rennur sáttmálin millum Jákup Mikkelsen og Herfølge út.