búgvin til eina nýggja avbjóðing, sigur Gunnar við heimasíðuna hjá enska meistaraliðnum. Føroyski landsliðsmálmaðurin skifti til Manchester City í 2009. Hann gjørdist fyrsti føroyingurin at spæla í Premier [...] Arsenal. Tað hevur verið læruríkt og gevandi at vant saman við monnum sum Shay Given og Joe Hart, sigur Gunnar víðari. Gunnar hevur tvey tey seinnu árini drigist við ein knæskaða, men er nú kláur aftur [...] fyri stuðulin, eg havi fingið frá felagnum. Tað hevur verið ein heiður at umboða Manchester City, sigur Gunnar við mcfc.co.uk. Gunnar Nielsen arbeiður nú við at finna sær nýtt felag.
í fjøruni og síggja allan fuglin har og har er eisini nógvur kópur at síggja, sigur Birigr Enni. Hetta er fyrsti túrur hjá Norðlýsinum til Dímunar í ár, men væntandi verður ein túrur gjørdur aftur sunnudagin [...] - Vit fara av Havnini kl 10 og verða í Stóru Dímun millum kl 13 og 14, sigur Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum. Hann sigur, at hetta er ein sera upplivingarríkur túrur, tí stórt fuglameingi er í oynni
læruríkt. Soleiðis sigur Tormóður Nesá, eftir at hann hevur verið umborð á hjálpar-og missiónsskipinum, YWAM PNG, í slakar tveir mánaðir. Hesa tíðina vitjaði skipið býir og bygdir á suður–og eystursíðuni [...] tøkk til Gud. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, sum hevur skift orð við nesmannin, sigur á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini, at Guds kærleiki og menniskjalig umsorgan eyðkendi alt arbeiðið [...] hjálp, eitt nú at koma at síggja betri og at fáa tannlæknahjálp. Við Føroysku Sjómansmissiónina sigur Tormóð Nesá, at heilsustarvsfólkini umborð veittu eisini aðra likamliga hjálp og undirvístu fólki
ikki við, sigur Kári Olsen, sum er aðalskrivari hjá Føroya Ungdómsráð. Hann sigur, at sagt varð frá teimum royndum av ungdómsarbeiðinum, hvørt landið sær hevði at vísa á. Kári Olsen sigur, at tey stóru [...] stóru Norðurlondini líkasum venda sær meira suður eftir í teirra altjóða arbeiði. Tey hava meira samband við Europa, tað vil siga ES. Hendan møguleikan vildi Føroya Ungdómsráð eisini fegið havt, men sum er [...] fíggjað av ES, meðan føroyingar sjálvir mugu gjalda alt, skulu vit vera við í slíkum. Kári Olsen sigur, at hann hevur frætt frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, at ætlanir eru frammi um at royna at
var í heilum 130 - 140 km/t, sigur hann, og leggur aftur at, at vandi kann standast av, at tað ikki ber so væl til at økja um ferðina knappliga, kemur tú í vanda, sigur landsstýrismaðurin, ið heldur, [...] fólk. T.d. njóta fólk at fara suður eftir at ferðast í bili. Harumframt eru nógvir ósvaraðir spurningar í hesum máli; t.d. hvussu kostnaðarmikil ein plombering er, sigur Finnbogi Arge. Hann ivast í, um [...] neyvan fara at verið hildnar, sigur Finnbogi Arge, og nevnir prutl og skutarar, ið sum kunnugt javnan verða útboraði við tí fyri eyga at økja um ferðina. Niðurstøðan hjá Finnboga er púra greið. Sambært
Fiskivinna Tað kemur ikki so illa við hjá øllum virkjum, at flotin liggur, og eingin fiskur kemur uppá land teir fyrstu dagarnar í hesum árinum. Flyta maskinur - Vit verða ikki klárir at taka ímóti fiski [...] fiski hesa vikuna - og neyvan í komandi viku heldur, sigur virkisleiðarin á Fiskavirking í Saltangará, Jason Johannesen. Á virkinum hava tey nevniliga úr at gera, nú ein partur av bygninginum, sum er bygdur [...] bygdur uppí suðureftir, verður tikin í nýtslu. - Fyribils flyta vit nakrar av verandi maskinum suður í henda partin av bygninginum, men seinni í heyst fáa vit so eisini tvær nýggjar flow-linjur ella rei
menning og Evropa Gao Feng, arktiskur sendiharri hjá Kina Anne-Marie Coninsx, sendikvinna hjá ES fyri Arktis Kang Jeong-sik, sendiharri fyri Arktis hjá Suður Korea Kristin Røymo, borgarstjóri í Tromsø [...] Ráðstevnan fer uttan iva at lata hurðar upp fyri nýggjum møguleikum hjá Føroyum sum arktiskari tjóð og ikki minst hjá føroyskum vinnulívi, sigur Poul Michelsen. Á Arctic Hubs luttaka politikarar, granskarar [...] hava við sær hópin av nýggjum møguleikum fyri Norðurlond, ikki minst Føroyar, Ísland og Grønland, sigur Ólafur Ragnar Grímsson, formaður fyri Arctic Circle. – Landsstýrið er fegið um høvið at verða vertur
lúkurnar. Meginparturin upsi. Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at Fiskavirking í Saltangará keypti veiðina hjá Jaspis. Fiskurin hjá Ametyst fór til onnur virki. Ábøtur og broytingar Á Fiskavirking [...] við og við, sum árini eru liðin. Seinasta útbyggingin, er ein høll, sum er bygd suður úr virkinum. Jason Johannesen sigur, at hetta í fyrsta lagi er ein móttøkuhøll til fiskin sum samstundis er kuldarúm [...] ið høllin er liðug, er ætlanin, at hon eisini skal vera karmur um skiljing av fiski, sigur hann. Virkisleiðarin sigur, at nú fólkið fer í summarfrí, verða ymiskar broytingar og ábøtur eisini framdar. -
fiskað 810 tons av flaki, sum verða løgd upp hjá Kloosterboer í Kollafirði og verða send til Onglands við farmaskipi. Ólavur Petersen, reiðari, sigur, at hesin fyrsti túrurin í ár vardi umleið hálvantriðja mánað [...] royndu fyrst í norskum sjógvi, sigur hann, men fluttu síðan í rusiskan sjógv. Slagið er toskur og hýsa umframt eitt sindur av upsa. Prísurin er lækkandi í løtuni, sigur reðarin. Men hann metir, at lastin [...] enn hjá okkum. Men tað ber ikki til hesaferð, tí skipið skal á beding í Føroyum, og tá skal tað vera tómt og lætt fyri at kunna verða tikið upp. Talan er um vanligt eftirlit og viðlíkahald, sigur Ólavur
Tað merkir, at øll ferðaætlanin hjá Smyrli hósdagin er forskotin ein tíma. Sostatt siglur smyril av Krambatanga klokkan 6 ístaðin fyri klokkan 7 og hann siglur suður aftur av Havnini klokkan 8.30 ístaðin [...] Smyril fór til Vágs ay bunkra, men Conrad Gaard Joensen sigur, at tað verður ivingarsamt. - Nýggj altjóða krøv eru sett í gildi fyri hvílitíðir hjá manningini og tískil er ivingarsamt, um tað ber til at [...] ístaðin fyri 9.30. Men tann túrin verður siglt á Vág ístaðin fyri av Krambatanga. Smyril sigur síðani aftur av Vági 16.30 ístaðin fyri av Krambatanga klokkan 15.30 og so siglur hann aftur úr Havnini á Krambatanga