Nú er gjørt klárt til at Smyril kann bunkra olju í Vági og fyrsta bunkringin har verður nú hósdagin.
Tað merkir, at øll ferðaætlanin hjá Smyrli hósdagin er forskotin ein tíma.
Sostatt siglur smyril av Krambatanga klokkan 6 ístaðin fyri klokkan 7 og hann siglur suður aftur av Havnini klokkan 8.30 ístaðin fyri 9.30. Men tann túrin verður siglt á Vág ístaðin fyri av Krambatanga.
Smyril sigur síðani aftur av Vági 16.30 ístaðin fyri av Krambatanga klokkan 15.30 og so siglur hann aftur úr Havnini á Krambatanga klokkan 19.30 ístaðin fyri 18.30.
Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni sigur, at tað er fyrst og fremst av trygdarávum, at Smyril fer at bunkra í Vági.
Eru tey óheppin og hann kemur við liggjandi óveðri, kunnu ganga dagar, at Smyril ikki sleppur at á Sundi og í ringasta føri kann tað elva til, at skipið verður oljubrent.
Tað fer ikki at koma fyri í Vági, tí har eru umstøðurnar so nógv betri.
Annars høvdu ferðafólk vóna, at tað slapst undan forskjótingum í siglingini, tá ið Smyril fór til Vágs ay bunkra, men Conrad Gaard Joensen sigur, at tað verður ivingarsamt.
- Nýggj altjóða krøv eru sett í gildi fyri hvílitíðir hjá manningini og tískil er ivingarsamt, um tað ber til at bunkra um náttina fyri at sleppa undan at broyta ferðaætlanina.
Men nú er hetta fyrstu ferð, vit bunkra í Vági, so vit vita ikki, hvussu tað gongst.
- Hósdagurin fer at geva okkum eina ábending um, hvussu skjótt tað gongur at bunkra og møguliga ber tað til at sleppa undan at forskjóta ferðaætlanina, men tað er ivingarsamt.
Fyribils verður hósdagur fastur bunkringsdagur, so tá verður Smyril fastur gestur á Vági triðju hvørja viku fyri fyrst.